Tá sandoyingar vitjaðu í Fuglafirði páskaaftan vóru bæði teir hjá ÍF og teir hjá B71 longu frammanundan dystinum greiðir yvir, at hvørki liðið hevði møguleika at røkka fjórðingsfinaluni.
Talan var sostatt um at spæla um æruna, og í tí stríðnum løgdu teir á heimaliðnum, sum saknaðu Rúna Petersen meiri fyri. Hjá B71 var Eli Hentze ikki við. Hann hevði trupulleikar við rygginum, og teir valdu at goyma hann til landskappingardystin 2. páskadag.
Tað sást lítið til skipað og flótandi fótbóltsspæl. Har vóru nógvir høgir bóltar og nógvar skeivar sendingar, og ofta gekk tað nógva fyri seg á einum lítlum øki.
Uppløgdu málmøguleikarnir vóru fáir. ÍF hevði ein stóran í 1. hálvleiki, og hjá sandoyingum gjørdist Jógvan Jón Petersen, sum hesa ferð var í álopinum, púra leysur í 2. hálvleiki, men tað spurdist einki burturúr, tí hann skundaði sær ov nógv at skjóta.
ÍF fekk sigursmálið tíðliga í 2. hálvleiki, og tað var vorðið sum mál. Sandoyingar gjørdu manngarð, tá ÍF fekk fríspark stutt uttanfyri brotsteigarmarkið eitt sindur til vinstru. Eyðálvur R. Petersen royndi móti málinum, og í besta Beckham stíli eydnaðist tað honum at skrúva bóltin upp um manngarðin. Bólturin tók stólpan ovarlaga, áðrenn hann fór í málið.
Kanska Valdemar Nowisci leit í so nógv á manngarðin, tí hann stóð heilt yviri við hin stólpan. Men spurningurin er, um hann hevði megnað at gjørt nakað við frágera góða skotið.
Sandoyingar høvdu Høgna Hansen, havnarmannin, sum í fjør spældi við ÍF, í álopinum. Í 2. hálvleiki skiftu teir Kristoffur Vidtfeldt, Kára Sørensen og Mourits Viderø inn, men tað segði tað sama.
2. deildarliðið vann stríðið móti 1. deildarliðnum um keisarans skegg. Hjá ÍF komu í 2. hálvleiki Jákup Baldvinsson og Henry Margar Petersen á vøllin.
ÍF?B71 1?0 (0?0)
1?0: Eyðálvur R. Petersen 51.
Dómari: Niklas á Líðarenda
ÍF: Allan G. Joensen ? Viggo Johannesen, Torstein Joensen, Alvi Justinussen, Tomek Prybilski ? Eyðun Ryggshamar, Høgni Zachariassen, Mortan Thomsen, Ken Bærendsen ? Eyðálvur R. Petersen, Bárður á Lakjuni
B71: Valdemar Nowisci ? Bernhard Petersen, Bergleif Sólskeir, Jón Brekku, Ernst Løkjá, Kristian Nielsen ? Rúni í Soylu, Julian Floresco, Kári Nielsen ? Høgni Hansen, Jógvan Jón Petersen