Lítil fótbóltsstuðul í Vágum

Áhugin fyri at stovna stuðulsfelag hjá FS Vágum tykist sera lítil. Bara eini seks-átta fólk møttu á stovnandi aðalfundi sunnudagin

Stuðulsfelag
Stovnandi aðalfundur av stuðulsfelag hjá fótbóltssamtakinum í Vágum, FS Vágum, varð hildin sunnudagin. Lítil áhugi tykist fyri at stuðla fótbóltinum.
Bara eini seks-átta fólk møttu á stovnandi fundinum, siga fyrireikararnir.
Kortini varð ein trýmannanevnd vald, sum skal arbeiða víðari við at fáa eitt rættiligt stuðulsfelag upp at standa.
Krøvini til fótbóltin í dag eri so stór, siga fyrireikararnir, at teir meta tað avgjørt neyðugt við einum slíkum felag.