Lítil føroysk úrtøka

Fram fekk einki og er niÝanfyri strikuna, og ÍA misti triÝja plássiÝ, tá iÝ teir spældu javnt

TaÝ gekk einki serligt hjá feløgunum viÝ føroyskum spælarum, tá iÝ sætta umfariÝ í Landsbankadeildini varÝ avgreitt mikukvøldiÝ.
Størst var vónbrotiÝ hjá Fram, sum FróÝi Benjaminsen og Hans FróÝi Hansen spæla viÝ, og sum Ion Geolgau er venjari hjá. Hesa ferÝ høvdu teir á Laugardalsvøllinum vitjan av KA av Akureyri, sum undan uppgerÝini viÝ Fram var næstniÝast á talvuni.
KA vann 1-0. MáliÝ fingu teir, tá iÝ eitt korter var eftir. Talan var um fínt langskot. Fram hevÝi bóltin mesta partin av tíÝini, og sambært heimasíÝuni hjá felagnum høvdu teir nógv fleiri møguleikar, men taÝ eydnaÝist teimum ikki at skjóta mál.
Eftir at KA hevÝi fingiÝ mál, skifti Fram tríggjar spælarar út. Ein teirra var FróÝi Benjaminsen, sum heimasíÝan ikki heldur hava veriÝ so eyÝsýndan seinastu ferÝirnar, sum hann var í fyrstu umførunum.
Eftir heimatapiÝ mikukvøldiÝ er Fram næstaftast. HarviÝ eru teir komnir í ta støÝuna, sum teir hava veriÝ á nógvu tey seinastu árini. Fram legÝi annars sera bragdliga fyri í hesum kappingarárinum.
Julian Johnsson og ÍA høvdu mikukvøldiÝ vitjan av FH. Gestirnir vóru á odda 1-0 og 2-1, men heimaliÝiÝ megnaÝi báÝu ferÝirnar at koma afturíaftur. ÍA er nú á fjórÝa plássinum. Teir mistu triÝja plássiÝ til ÍBV. ÍBV vann ikki minni enn 4-0, tá iÝ Keflavík vitjaÝi í oyggjunum. Keflavík er annars næstfremst.
Fylkir vardi oddasessin, tá iÝ teir á heimavølli vunnu 2-1 á botnliÝnum Víkingi. Albert Sævarsson helt tætt í málinum hjá Grindavík, men taÝ spurdist bara eitt stig burturúr, tí liÝfelagarnir hjá honum megnaÝu ikki at skora ímóti meistaraliÝnum KR.
MánakvøldiÝ skal Fram spæla á útivølli ímóti KR, og mikukvøldiÝ skal ÍA spæla á útivølli ímóti Keflavík.