Hóast seyður hevur gingið á gomlum tyrvingarplássum, sum hava verið dálkað, vísir tað seg, at lítið av PCB og dioksin er í kjøtinum.
Tað vísir ein kanning, sum Umhvørvisstovan nú hevur kunngjørt.
Í sambandi við flettingina í heyst, fekk Umhvørvisstovan kjøt av seyði, sum hevur gingið á og við gomlu tyrvingarplássini við Vatnsoyrar, á Krossi og í Trongisvági.
Sýnið vórðu tikin av kjøtinum og tey vórðu send til kanningar fyri dálkingarevnini dioksin, PCB og blýggj.
Hendan kanningin er eitt framhald av tveimum kanningum, sum vórðu gjørdar í 2008 og 2009, tá ið mold á tyrvingarplássunum varð kannað og kjøt av seyði, sum hevur gingið á hesum tyrvingarplássum, eisini varð kannað.
Kanningin í 2008 vísti, at summastaðni var nógv dioksin og PCB í moldini.
Men kanningin frá 2009 vísti, at dálkingin ikki sást aftur í seyðakjøtinum.
Nú kanningarúrslitini fyri 2011 eru tøk, vísa tey, at minni dioksin og PCB var í seyðinum í seyðinum enn tað var í 2009.
Kanningin vísti eisini, at seyður við Vatnsoyrar og í Trongisvág var ikki so dálkaður, sum seyður, ið hevði gingið á Krossi.
Sostatt staðfestir Umhvørvisstovan, at, at tað kann sigast við hampuliga stórari vissu, at seyður, sum gongur á ella við gomlu tyrvingarplássini við Vatnsoyrar, á Krossi ella í Trongisvági, er ikki dálkaður við dioksino ella PCB.
Á myndini sæst, at dálkingin í seyðinum, sum varð kannaður í heyst er væl undir markvirðunum hjá ES.