Húsar: - Vit vilja gera alt fyri at varðveita okkara kæra bygdarskúla, sigur borgarstjórin við Sosialin.
Í gjár byrjaði skúlagongdin aftur eftir summarsteðgin. Á Húsum høvdu teir níggju skúlanæmingarnir eisini sín fyrsta dag í hesum skúlaárinum.
Í bygdini kunnu tey gleðast um, at ein næmingur fór í fyrsta flokk, samstundis sum næmingar eisini eru í tveimum flokkum í framhaldsdeild skúlans. Tað er bert í 2. og 6. flokki at eingin næmingur er hetta skúlaárið.
Øðrvísi er á øðrum skúlum kring landið. Í fleiri skúlum er bert ein einstakur næmingur í øllum skúlanum, og spurningurin er, hvussu leingi ein kann halda fram við slíkum grundarlagi.
Á Húsum er støðan øðrvísi: Her eru næmingar í flest øllum floksstigum, eins og tey kunnu fegnast um, at fleiri børn eru undir skúlaaldur í bygdini.
- Vit eru góð við bygdina, og vit vilja fegin verða her eisini í framtíðini. Og tað vilja børnini eisini, sigur Magni Garðalíð.
Sterk orð
Fyri fólkið á Húsum og borgarstjóra teirra er eingin ivi um, at skal ein yvirhøvur taka so sterk orð sum »nærumhvørvi« og »bygdamenning« á tungu, so er tann lokali skúlin ein avgerandi fortreyt fyri hesum.
Magni gekk í síni tíð í størri skúla í heimbygdini Vestmanna. Hann er kortini sannførdur um, at Húsar og aðrar bygdir við smærri skúlum, høvdu verið illa fyri, um børnini vórðu noydd at fara av bygdini í skúla.
- Tað hevur alstóran týdning at hava hesar smáu bygdaskúlarnar, fyrst og fremst tí at teir skapa trivnað á plássinum, har teir eru, sigur hann.
Fyri hann og onnur foreldur er tað sera umráðandi at børnini eru hjá teimum í nærumhvørvinum so leingi sum tilber.
Henda møguleikan hava tey havt á Húsum tey seinnu árini. Hóast skúlin er frá 1888, hava tey víst, at til ber at hava eina framhaldsdeild á so lítlum plássi, tí lærarakreftirnar eru góðar.
Í gjár fóru sostatt ein næmingur í 8. flokk og ein í 9. flokk á Húsum, og verða tríggir lærarar um allar næmingarnar hetta skúlaárið.
- Vit eru í øllum førum sera fegin um henda møguleikan. Nú kunnu tey verða her so langt upp sum til 9. flokk, ístaðin fyri at skula taka allan barnaskúlan á einum heilt øðrum staði, sigur Magni Garðalíð.
Tað eru kortini tey, sum hava valt at taka bæði 9. og síðani 10. flokk í framhaldsdeildini í Klaksvík.
Skilja ikki okkum
Hóast tey á smáplássunum kring landið duga at síggja týdningin av teimum smærru skúlunum, so er hetta eitt evni sum við jøvnum millumbilum verður tikið upp til tjak og umrøðu.
Tikið verður til, at henda skipanin er kostnaðarmikil og at børnini ikki fáa tann sosiala partin nøktaðan, serliga í teimum skúlunum har bert ein einstakur næmingur er. Hjá hesum fólkum er bert eitt alternativ: At lata hesar skúlarnar aftur!
- Eg skilji væl, at fólk hava slíka hugsan. Tann sum hevur alt og er í tryggum og stórum umhvørvi, hann kann ikki til fulnar seta seg inn í hina støðuna.
- Vit royna í øllum førum at halda standa á smáplássunum, og jú, - vit skilja hini væl. Men eg haldi, at trupulleikin er helst hann, at hini ikki skilja okkum, slær Magni Garðalíð fast.
Fer skúlin, so fer alt
Verður hugt eftir støðuni kring landið er skjótt at staðfesta, at bygdaskúlarnir eru á fallandi fóti.
Í Skúvoy, Funningi, Kirkju/Hattarvík og í Hesti er bert ein einstakur skúlanæmingur í ár. Aðrastaðni var eingin næmingur at fara í 1. flokk, og mangastaðni eru eisini fá ella kanska eingi børn eru at manna bygdarskúlan í framtíðini.
Tað er tí ikki uttan orsøk, at umstøðurnar hjá bygdaskúlunum verða tiknar fram av og á. Onkur sá helst, at teir bara snaraðu lykilin um og børnini vórðu send til annan og størri skúla í onkrari grannabygd.
Sjálvur dugir Magni Garðalíð ikki at ímynda sær ta hugsanina, at kravboð koma frá skúlamyndugleikunum um at skúlin í hansara bygd skal lata aftur. - Fyri meg er eingin ivi um, at komu slík kravboð, so verður einki eftir her í bygdini. Tá kundu teir akkurát tað sama bara biðið um lyklarnar til øll húsini. - Eg eri sannførdur um, at uttan ein skúla, so var lítið at gera her. So høvdu øll bara læst og øll rýmt, slær borgarstjórin á Húsum fast.