Lítil broyting í floksbýtinum

Javnaðarflokkurin misti ein tinglim, meðan Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin fingu ein afturat í sín lut. Føroysku valini hava seinastu árini ikki verið eyðkend av teimum stóru veljaraflytingunum

Føroyski veljaraskarin hevur seinastu árini ikki sæð orsøk til at kollvelta býtið at tinglimum millum flokkarnar á sama hátt, sum vit sóu á teimum báðum valunum í 1994 og 1998.

Valið í 1994 gjørdist ein katastrofa fyri Javnaðarflokkin, sum misti helvtina av sínum tinglimum, meðan Sambandsflokkurin fekk eitt kanónval. 1998 var árið hjá Tjóðveldisflokkinum, sum tvífaldaði sítt tal av tinglimum úr fýra upp í átta, meðan Sambandsflokkurin gekk nógv aftur.

Seinastu trý løgtingsvalini hava hinvegin ikki verið merkt av serliga stórum rembingum í veljarafjøldini, og tí hevur býtið millum flokkarnar verið hampuliga stabilt.

Hesuferð varð tingmannatalið hækkað úr 32 upp í 33 tinglimir, og tí var eitt mandat leyst at berjast um. Um hugt verður burtur frá tí 33. mandatinum, var tað bert ein tinglimur, sum flutti seg úr einum flokki í annan.

Javnaðarflokkurin misti sjeynda mandatið og datt niður á seks tinglimir. Teir báðir smáu flokkarnir, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin, fingu hinvegin ein tinglim afturat.

Á valinum í 2004 var broytingin í tingmannatalinum millum flokkarnar minimal, tí bert ein tinglimur flutti seg úr einum flokki í annan. Sambandsflokkurin misti ein tinglim og datt niður á sjey, meðan Miðflokkurin tvífaldaði sína tingmanning, sum nú taldi tveir tinglimir.

Á valinum í 2002 var talan um tveir tingsessir, sum skiftu eigara. Sambandsflokkurin hevði stóra framgongd og vann sær tvey nýggj mandat, meðan Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin mistu hvør sín sess.

Seinastu trý valini hava tí ikki verið merkt av teimum stóru broytingunum millum flokkarnar, sum vit vóru vitni til í teimum turbulentu nítiárunum við búskaparkreppu og bankagølu. Stabilitetur og støðug búskaparlig framgongd hava óivað sína ávirkan á, at veljaraflytingarnar ikki hava verið serliga eyðsýndar á teimum báðum seinastu valunum.

Eitt val skal tó ikki bert tulkast út frá teimum broytingum, sum henda í býtinum av tinglimum millum flokkar. Hetta valið hevur t.d. verið serstakliga áhugavert í samband við útskiftingina av persónum innanfyri teir ymsu flokkunum framum býtið av tinglimum millum flokkarnar.