Upsaveiðan hjá partrolarunum er vánalig í løtuni, men vónir eru um, at fiskiskapurin fer at taka seg uppaftur, tá nakað er liðið frá gýtingini.
Polarhav og Stjørnan landaðu umleið 260.000 pund av upsa í Saltangará í gjár. Skipini loystu aftur til nýggjan túr í gjárkvøldið.
Í dag eru Heykur og Falkur í Saltangará við sløkum 200.000 pundum.
Garnaskipið Oknin landaði eisini í gjár. Teir høvdu sløk 30.000 pund av svartkalva.
Fyrst í hesi vikuni landaðu Rókur og Lerkur. Teir høvdu eini 100.000 pund tilsamans, og eisini var Eydna inni við 120.000 pundum. Eydna partrolar saman við Beinissvørði, sum landaði í Vági.
Øll veiðan hjá partrolarunum er upsi.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará siga tey, at upsaveiðan hevur verið rættiliga vánalig seinastu tíðina, men vónir eru um, at fiskiskapurin fer at taka seg uppaftur, tá nakað er liðið frá gýtingini.










