Tøl hjá donsku hagstovuni vísa, at danska bruttotjóðarframleiðslan vaks 0,7 prosent í triðja ársfjórðingi. Tað er meiri enn væntað, men sambært búsksparfrøðingunum er framvegis eingin orsøk til at seta seg afturá enn.
Hagtølini hjá Danmarks Statistik vísa, at tann privata nýtslan vaks í triðja ársfjórðingi, men at tann almenna nýtslan og íløgurnar minkaðu. Hinvegin var vøkstur í samhandlinum við, tí bæði innflutningurin og útflutningurin vuksu.
Steen Bocian, sum er leiðandi búskaparfrøðingur hjá Danske Bank, sigur við TV2, at danski búskaparvøksturin er veikur samanborið við gongdina í samhandilslondunum. Eitt nú er vøksturin nógv størri í grannalondunum Týsklandi og Svøríki, sum eru tey týdningarmestu samhandilslondini hjá Danmark.