Lítil almennur stuðul til landsliðsmenning

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hallur Danielsen frá HSF staðfestir, at almenni stuðulin til landsliðshondbólt fremur ikki nógva menning nú

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Hallur Danielsen, landsliðssamskipara hjá Hondbóltssambandi Føroya seta orð á hvat skal til fyri, at føroyskur landsliðshondbóltur skal førka seg enn meiri.

 

Føroyska U20 manslandsliðið hevur verið fáar marginalar frá sigrum ímóti Montenegro og Makedonia, sum høvdu tryggjað føroyska liðnum pláss í U20 EM-endaspælinum, sum verður í Danmark seinni í ár. 

 

Føroyar hava flest hondbóltsspælarar í heiminum mett í mun til fólkatalið, men tað sæst ikki aftur í almenna stuðulinum. Sum er fær HSF 300.000 krónur, sum ikki røkka serliga langt. HSF hevur trý bein at standa á, sum eru privatir stuðlar, áskoðarainntøkur, og so almenni stuðulin. Skal vinnast longur á mál, so er neyðugt at tað almenna átekur sær ein størri fíggingarleiklut.

 

Samrøðan, sum Hilmar Jan Hansen gjørdi við Hall Danielsen var gjørd í steðginum í dystinum millum Føroyar og Sveis.