- Lítil aktivitetur í føroyskum sjógvi

MRCC hevur onga fráboðan fingið í óveðrinum

MRCC heldur eyga við skipum, sum eru úti, og um fráboðanir um óhapp ella annað er, so tekur MRCC sær av tí. In.fo hevur spurt vakthavandi á MRCC-støðini, um tey hava merkt nakað til ringa veðrið.

 

- Vit hava ikki fingið nakra fráboðan í dag. Vónandi verður tað ikki til nakað, hóast veðrið er, sum tað er, sigur vakthavandi.

  

Tað kunnu vera fráboðanir av øllum møguligum slag, men tey flestu skipini liggja við kai heima í Føroyum. Fiskiskipini hava aftrað seg við at farið avstað aftur eftir jólahøgtíðina, og óveðrið hevur gjørt, at tey bíða eina løtu.

 

- Tað eru sera fá skip úti, so tað er lítil aktivitetur í føroyskum sjógvi í løtuni. Tað er sum so eingin trafikkur er at síggja á skerminum hjá okkum. Heldur ikki nøkur skip sum fara framvið, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.