Lítil aktivitetur á basanum í Saltangará

Menninir, sum Lassi Borðoy hevði undir sær, eru leigaðir út til Noregs, har teir arbeiða hjá CCB í Bergen.

Oljuaktivitetur

Í longri tíð hevur lítið og einki virksemi verið við oljuútgerðarhavnina í Saltangará, men tíðliga komandi summar, tá ið AGIP fer at bora, verða útgerðarskip væntandi aftur at síggja við bryggju í Saltangará.
Tveir mans aftrat leiðaranum, Lassa Borðoy, hava verið knýttir at basanum í Saltangará, men í mai mánaði vórðu hesi leigaðir út til Noregs, har teir nú arbeiða hjá CCB í Bergen, sum er ein útgerðarhavn.


Eingin aktivitetur

Lassi Borðoy sigur, at í løtuni er eingin aktivitetur á økinum í Saltangará, men sjálvur fæst hann við ymiskt pappírsarbeiði, umboðan úteftir, eins og onkur ráðstevna hevur verið og er fyri framman.
Tað er føroyska partafelagið, Atlantic Supply Base, sum eigur støðina í Saltangará. 19 partaeigarar eru í felagnum, har Føroya Kolvetni er størsti eigari.
Lassi veit ikki rættiliga, hvussu verður komandi árið, nú lítil og eingin aktivitetur er á økinum.
Hann var sjómansskúlalærari, áðrenn hann tók við starvinum hjá ASB, og møguliga fer hann at arbeiða hálva tíð hjá ASB komandi árið og undirvísa á Føroya Sjómansskúla hálva tíð.


Viðlíkahald

Leiðarin hjá Atlantic Supply Base hevur eisini ábyrgdina av viðlíkahaldinum í Saltangará. Nakrir tangar eru komnir upp at standa, og hetta økið í Saltangará er rættiliga farið at líkjast eini veruligari útgerðarstøð.
Hvussu verður við monnunum, sum í løtuni arbeiða hjá CCB í Bergen, veit Lassi Borðoy ikki at siga í løtuni.
- Enn vita vit ikki rættiliga, hvussu vit fara at skipa okkum á basanum, tá ið leitingin byrjar aftur í føroyskum øki, sigur Lassi Borðoy.
ASB hevur skrivstovu í bygninginum hjá P/F Beta í Saltangará.