Gott fundarfólk
Tað munnu vera fá politisk mál sum eru so nógv viðgjørd sum fullveldismálið. Eg dugi illa at ímynda mær at nakað nýtt og óviðgjørt tilfar liggur og bíðar eftir at vera drigið uppá politiska skurðborðið til viðgerðar.
Kortini, so hava vit kallað saman til fundar í dag, fyri aftur einaferð at tosa hetta sjáldsama mál, ella hetta bæði elskaða og hataða fyribrigdi, ið setti gongd á hugsjónarliga og nationala gróðurin inni í okkum føroyingum, men sum eisini hevur lagað tjóðina sundur, nú eini 100 ár. Eg kundi eisini sagt 200 ár. Men søguliga sæð, hevði tað ikki verið beint. Nasjonalisman í Føroyum er ikki 200 ára gomul. Hóast Nólsoyar Páll er okkara tjóðarhetja, so kann man ikki siga at hann var nasjonalistur. Og hóast hann er eitt av okkara frægastu skøldum, kann man heldur ikki kalla hann eitt tjóðskaparligt skald, sum t.d. Jóannes Paturson og partvís eisini Hans Andrias Djurhuus.
Nólsoyar Páll yrkti
um framburð
Nólsoyar Páll yrkti onki kvæði til okkara móðurmál. Hann var heldur ikki ein sovorðin romantisk flower power typa, ið var um at dána av okkara vøkru fjøllum. Og enn minni sang hann føroyska fólkinum nakran prís. Og eg loyvi mær at ivast í um hann yvirhøvur hevði bríggjað seg um ein sang sum »Eg minnist úr gomlum søgum«, eftir Rasmus Effersøe. Tí tað var nettup úr teimum gomlu døgunum, hann vildi sleppa burturúr. Hann hataði teir gomlu dagarnar, ið hingu tungir og lodnir yvir hvørjum einasta føroyingi, og køvdi allan framburð her í landinum.
Nólsoyar Páll var fyrst og fremst eitt politiskt skald, og í hesi bygd fyri 196 árum síðani, legði hann støði undir tað sum seinni útviklaði seg til eina avgerandi samfelagsliga rembing. Nólsoyar Páll var ein praktiskur kollveltingarmaður, og afturat tí, so var maðurin skald, handilsmaður, kapteynur, átti tað slagið av dirvi, sum er lívsneyðugt hjá einum fólki, ið roynir at fóta sær vinnuliga, politiskt og mentunarliga.
Vágur var uttan
fyri lóg og mark
Men hvussu ber tað til, at akkurát Vágur kom at gerast eitt sovorði uppreistrarkent reiður? Hví ikki Kollafjørður, Sandavágur ella t.d. Norðragøta? Vágur lá so lukkuliga langt burtur frá øvrigheitini í Havn, tað er í høvuðsheitum svarið. Fyri at lýsa fjarstøðuna, so hevði eitt bræv frá Havnini til Vágs hesa sendiferð: Maður úr Havn til Kirkjubøar. 10 kirkjubingar róðu til Skopunar. Nú er Skopun ein ung bygd, so áðrenn nakar búði har, mátti ein ella báðir tveir av bátsmonnunum ganga heim á Sand við brævinum. 8 ella 10 sandsmenn róðu til Skúvoyar. 10 skúvoyingar róðu haðani til Hvalbiar. Og síðani reið maður á hestbaki suður til Vágs. Tá brævið umsíður var komið fram, høvdu umleið 35 mans lagt leiðina aftur og fram millum Havnina og Hvalba yvir eitt tíðarbil uppá 2 ella 3 dagar. V.ø.o.: Vágur lá veruliga langt uttan fyri lógarinnar stranga eyga.
Vágur smuglarahavn
Um árskiftið 1804 rendi bretska skipið »Sally O?Polly« á Land í Hvalba, og tað var burturúr tí vrakinum, at Royndin Fríða var smíðað ella riggað til av nýggjum. Vágsfjørður var ein av teimum firðunum, har útlendsk skip vanliga krokaðu. Men hvat vóru hetta fyri skip? Í stóran mun var talan um handilsskip. Og hvat tekst man við, tá man soleiðis liggur fyri akkerið inn á einum firði? Man rekur sjálvandi handil, og tá tað var strangliga bannað at handla við onnur enn Kongaliga Einahandilin, ja so rekur man ólógligan handil! So at siga at Vágur partvís var ein smuglarastøð, har tað uttan iva hevur verið trivnaður, og har fólk hugsaðu tað slagið av bjørtum tonkum, ið kundi loysa eina samfelagsliga rembing úr lagdum, tað er neyvan heilt av leið at siga. Og millum annað av hesi orsøk fekk bygdin ein heilt avgerandi týdning í nýggjari føroyskari søgu. Og tað er ikki bara Royndina Fríðu sum eg hugsi um, men í uppaftur størri mun tað framdrift, ið tók seg upp her á plássinum um aldarskiftið.
Eldsálir í Vági
Framvegis í dag verður ein stórur partur av ferðsluni í Føroyum rikin á kjøli. Og eg haldi ikki, at man kann siga annað, enn at tað hevur borið til at liva og virka her undir teimum kørmunum. Tað var tann tíð, tá Mortensens mennirnir slógu uppá stórutrummu á Tvøroyri. Í Fuglafirði var tað Petersen familjan. Í Sørvági var tað Niclasen fólkið. Kjølbro ráddi norðuri í Klaksvík og í Vági lá tann stóra fyritøkan á Gørðunum. Men sum Prædikarin í Gamla Testamenti segði, »Fyri øllum er ein avmarkað stund og ein og hvør lutur undir himlinum hevur sína tíð«. Um hann møguliga var so framsíggin av hann hevði Vágs bygd fyri sær í huganum, tað veit eg ikki. Í Hvussu so er lá Vágs bygd lendabrotin í fleiri ár. Eg ímyndi mær Prædikarin sum ein vakran, skarpan, men lívstroyttan harra. Hann hevur valla havt slitmansins boygda skap. Hann er ikki typan sum hevur staðið og engt afturi í skúrinum á Porkersnes, og enn minni høgt kol í námunum í Rangabotni. Kortini hvepti hann seg ikki við at fella harðar dómar yvir korini á jørð. Og so bæði evnaði og dámdi honum at taka orðið. Kom hann hesa løtuna sveittur og veðurbardur oman av Borgarknappi, so kenni eg meg fullvísan í at hann beinanvegin hevði busta støvið av ósjónligu gravsteinunum hjá Rodna bónda, Nólsoyar Páli og Schrøter presti, at hann hevði tosað um vinnulívið sum tók seg upp í 1890?unum, og sum uppaftur fekk eitt frambrot við Polarfrost, og hann hevði víst á at tann tradisjónin var brotin. Møguliga hevði hann eisini prísa eldsálunum sum beint eftir fyrra kríggj tóku stig til byggingina av vatnverkinum í Botni og sum stóðu fyri byggingini av bátadráttin vestri á Eiðinum, ið var eitt hitt merkisverdasta bygningsverki í landinum. Hesar eldsálir áttu tað magnetismu ið skuldi til, fyri at fólk trivust og mentu bygdina.
Ódámligt um
man ikki tímir
Men hetta er sjálvandi heilaspuni. Vera vit kortini eina løtu aftrat stødd í hesum heilaspunanum, hvat hevði man so svara tí skarpleidda Prædikaranum, ið hevði gingið smá 3000 ár úr Gamla Testamenti og heilt til Vágs á Jóansøku? Eitt tað frægasta svarið eftir mínum tykki, gav Helgi Larsen tá hann uppfann tann nýggja trollemmnin og eftir hvat ein hevur skilt, kundi tann lítla verksmiðjan niðri á keiuni, í dag verið ein fyritøka, sum útflutti í milliardklassanum, um bankarnir høvdu verið meiri víðskygdir. Eitt annað svar gevur sangkórið Ljómur. Hóast hóttafall, so megnar menniskjansligi andin at hevja seg nakrar tummar uppfrá klettinum. Eitt annað svar gav fyritøkan Sirri, ið framleiðir nakað so sjáldsamt sum nýmótans pløgg úr føroyskari ull. Og hóast fakfeløgini ikki eru millionerar, so hava tey við sínum fátæku krónum roynt at savna stovnsfæ til arbeiðspláss. Onnur svør ber ikki til at geva tí harða jødanum ið kallar seg Prædikarin.
Men hvør var Prædikarin? Hansara borgarliga navn var Sálamon kongur, og umframt at ráða yvir einum landaøkið ið fevndi heilt frá Miðalhavinum eystur til Eufrat ánna, er hann eisini eitt av okkara mætu skøldum, og tað munnu vera fáir menn yviri í miðeystri, sum hava hórast meiri enn hann. Og hvat ger ein maður tá aldurdómurin við øllum sínum plágum bankar uppá? Jú, hann hevjar seg somikið langt upp, at hann ikki longur kennir roykin av jarðarlívi og uppi í tí tunnu luftini, letur hann lívsleti regna yvir heimin.
Alt er fáfongd, sigur hann. Alt hevur sína tíð, suffar hann. Hvørt lívsbragd ikki er annað enn eftirsøkn eftir vindi. Soleiðis tosar ein troyttur maður. Men tann dagin tað er blivið fáfongd at royna at lívbjarga sær og sínum, tá man ikki tímir at raka sær longur, ella at pynta síni børn til Jóansøkuna, tá man er líkasælur um eitt stórmal sum fullveldi, tá er okkurt heilt álvarsligt á vási. Tá er blivið ódámligt at liva á jørð.
Haldór Laxness royndi í síni skaldsøgu »Atomstøðin« at svara spurninginum hví teir annars sterku íslendsku kommunistarnir fingu so fáar atkvøður frá bóndunum. Teir tosaðu við bøndurnar sum vóru teir vesalingar ið onki formáddu sær, og akkurát tað særdi bóndirnar, var niðurstøðan hjá Laxness. Tí bóndirnir kendu seg ikki sum armingar. Tvørturímóti. Hvussu kundu menn, ið vóru ættaðir undan norskum kongum vera armingar? Tað bar jú ikki til.
Men tíverri er tað ikki eitt íslendskt serfyribrigdi, at politikarir tosa við fólk sum vóru tey armingar. Talan er um eitt brek, ella ein hjartafeil, sum er slúsaður inn í demokratiið. Vit hava í stóran mun gloymt at ein demokratisk skipan uttan samfelagshugaði fólk, hon stagnerar og gerst sum frálíður ein stór misskiljing. Appelerar man støðugt til tað veika og vesaliga í okkum, ja so dyrkar man henda partin av okkara politisku psyku, og sum frálíður hevur man fingið skapt eitt fólkaslag sum allatíðina er í eini bíðandi støðu og sum sýtur at taka nakað stig til at skapa sína egnu tilveru. Nógv fólk brúka ein stóran part av sínum lívi við at bíða. Vit bíða eftir at onkur skal ringja. Vit bíða eftir ein brævið, sum kanska ongantíð kemur fram. Vit bíða eftir sólini, vit bíða eftir kærleikanum sum skal geva lívinum fyllu. Ein tann størsti sjónleikurin sum er skrivaður í hesi øldini eitur »Bíða eftir Godot«. Men hvør er hesin Godot? Tað fáa vit ikki at vita. Vit bíða eftir frelsuni, at Gud skal straffa øll tey, sum vit ræðast, vanvirðia og hata. Vit lata okkara lítla dreym upp í hendurnar á einum politikara og sita so og bíða eftir at hann setur dreymin í verk. Og tá hann ikki megnar tað, so kasta vit hatur á hann, samstundis sum vit hava eyguni eftir einum nýggjum politikara. Og tað merkir í veruleikanum, at tey bíðandi eru líka svikalig sum politikarin sjálvur, ja, at vit eru ein spegilsmynd av honum. Og er hesin politikarin ein skálkur, ella ein mini-útgáva av sjálvum Satan, so kann man siga at atkvøðan til hann er onki minni enn ein bílegging av einum plássi í hansara brennandi ríkið. Eftir mínum tykki eiga vit at hugsa sum teir íslendsku bøndurnir hugsaðu, at vit hava hátignarligt blóð í æðrunum, at vit eru kongar og drottningar, og at vit sjálvandi megna at skapa eitt samfelag sum er nóg gott, ella sum svarar til tann dreymin sum vit hava um eitt norðuratlantiskt heimstað.
Væntandi í hesum árinum fara vit á val. Og vit skulu velja ímillum at hava fullan yvirvaldsrætt yvir Føroyum, ella um vit framvegis skulu lata yvirvaldsrættin liggja í hondunum hjá dønum. Danska stjórnin er sinnað at lata okkum fíggjarligan styrk til eitt skiftisskeið upá 4 ár, meðan landsstýrið harafturímóti ynskir eina skiftistíð uppá 15 ár.
Landsstýrið sýnist ikki at fata at danir meina tað sum teir siga um eina 4 ára skiftistíð. At fólk í Danmark eru skelkaði av okkara nassaralyndi, tað fata teir heldur ikki og hótta við at draga umboð fyri Sameindu Tjóðir við til tær komandi samráðingarnar. At S.T. fer at kveistra eitt møguligt føroyskt ynski til viks, tí kenni eg meg sannførdan í. Slík luksusproblem vilja teir onki hava vit at gera. Eg haldi at tíðin nú er komin at siga takk fyri eina 4 ára skiftistíð og sum eg segði í byrjanini av hesi røðu, at allir spurningar sum hava við fullveldi at gera, teir eru væl og virðiliga viðgjørdir. Tíðin er komin at leggja málið út til eina fólkaatkvøðu. Tá sæst hvat føroyingar ynskja.
Har er ikki meiri at siga. Taka føroyingar undir við fullveldinum, so kann man siga, at vit eru eitt rímiliga stolt fólk, ið vil standa á egnum beinum. Vraka vit harafturímóti fullveldi, ja so kann man siga um okkum, at vit hoyra til tað lítið virðiliga fólkaslagið, sum man kann fáa til keyps á tí politiski marknaðinum.
Jóanes Nielsen