Lítið vantar í hjá okkum

Kristoffur Jakobsen var enn eina ferð einsamallur á toppinum hjá KÍ, og hann hevði eisini onkrar møguleikar. Men ikki bar til, og fyri sættu ferð fór KÍ av vøllinum sum tapari.

– Í fyrra hálvleiki spældu vit nógv betri enn teir og høvdu eisini kjansir, men teir fingu tíðliga hol á. Soleiðis er tað viðhvørt í fótbólti, og vit blivu so revsaðir hesa ferð, sigur Kristoffur, sum trýr uppá, at tað fer at venda hjá KÍ:

– Hetta er jú slett ikki tað, vit hava ætlað, tí vit royna at vinna okkara dystir. Tað má so bara verða næstu ferð, og helst skal eisini eitt sindur av hepni til. Vit hava gott spæl og góðar spælarar, og eg haldi, at lítið vantar í hjá okkum, til vit aftur vinna.