Lítið undirhald á Hálsi

Undirhaldsvirðið var einki serligt, tá Stjørnan staðfesti sína oddastøðu í gjár. Í einum óvanliga málfátækum dysti vunnu klaksvíkskvinnur fyri fimtu ferð upp í slag, tá tær vitjaðu hjá Neistanum

Hondbóltur

 

30 mál. Millum lítið og einki hugflog. Ússaligar atsóknir. Fáir áskoðarar. Og lág leikferð.

Tað var í høvuðsheitum tað, áskoðararnir í høllini á Hálsi vóru vitni til í gjár. Í einum linligum dysti, eydnaðist tað Stjørnuni at staðfesta sína oddastøðu.

 

Um at sovna

Millum áskoðararnar var lítið lív í. Tað skyldaðist einamest, at spælararnir ikki fingu teir at reisast og rópa. Fýra mál vórðu skotin fyrstu tíggju minuttirnar, og tað var serliga takka verið einari stórspælandi Fríðu Petersen, at Neistin framvegis kundi hótta klaksvíkskvinnur.

- Fótbólti kann eg altíð hyggja at í sjónvarpinum, helt ein á síðulinjuni fyri og sipaði til fáu málini sum komu.

Áskoðararnir hugsaðu skjótt ikki longur um leikin á gólvinum. Prátið flutti seg til fíggjarkreppuna, HM í hondbólti og fótbóltsárið, sum stendur fyri framman.

- Eg eri um at sovna, staðfesti ein klaksvíkingur, sum hevði leitað sær til høvuðsstaðin at hyggja at hondbólti. Og tað lýsir væl fyrra hálvleik.

 

Meira avgjørdar

Tað varð frægari eftir steðgin. Stjørnan hevði støðugt munin, og miðskeiðis i seinna umfarinum skrædnaði – og tá kundu gestirnir koyra sigurin trygt í hús.

- Tú trýrt ikki, hvussu irreteraður eg eri, nú eg siti her, greiddi ein dúgliga frá í telefonini, tá onkur forvitin vildi vita úrslitið.

Liðini vóru meira beinreikin í seinna hálvleiki, og einu løtuna gekk kom glið á málskjótingina. Men 17 mál var meira enn nógmikið hjá Stjørnuni at fáa neyðugu stigini. Men tað undraði sjálvt venjaran, Henrik Gerster, at leikararnir ikki vóru meira ágrýtnar.

- Hvorfor skyder vi ikke?!, helt hann fyri á síðulinjuni einu ferðina.

Men í síðsta enda eru tað úrslitini, sum hava týdning. Og sum ein eldri klaksvíkskvinnur tók til móti dystarenda, so “ger tað einki, so leingi, vit vinna”. Tað er í øllum førum nakað um tað.

 

Fakta um dystin

Neistin-Stjørnan 13-17 (7-7)

10 min: 2-2

20 min: 4-5

40 min: 8-10

50 min: 9-13

Málskjúttar

Neistin: Heidi Maria Akselsen 4, Trodis Tróndarson 3, Annika Ljósstein 2(1), Anja Heinadóttir 1, Stine Mikkelsen 1, Nicoleta Radu Hansen 1(1), Elin Stakksund 1

Stjørnan: Simona Petersen 8(1), Una Olsen 4, Durita Mikkelsen 2, Durita Christophersen 2, Dianne Møller 1

Brotskøst: Neistin 3, Stjørnan 1

Útvísingar: Neistin 2, Stjørnan 1

Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen