Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, undrast á, at løgmaður ikki tosaði meira um framtíðina, nú hann hevur fingið eitt heilt idekatalog í Visjón 2015.
- Eg hevði væntað mær nógv fleiri visjónir um framtíðina, men her vóru næstan bara føgur orð um tað, sum farið er, sigur Jenis av Rana.
Kortini sigur hann seg fegnast um, at løgmaður nú hevur ætlanir um at senda spurningin um Føroyar sum eitt valdømi út til fólkaatkvøðu.
- Sum tey flestu helst vita, so er hetta eitt mál, sum eg taki undir við, og sum eg vóni at kann koma í gildi longu til komandi valg, sigur hann.
Jenis av Rana beit eisini merki í, at tvey uppskot hjá Miðflokkinum, sum tingið áður hevur felt, nú aftur vórðu tikin fram.
- Tað eru longu tvey ár síðani, at vit skutu upp at broyta viðurskiftini hjá teimum tímaløntu viðvíkjandi sjúkradøgum hjá børnum. So nú er bert eftir at vóna, at hetta gerst veruleiki sum skjótast, tí her eru tey tímaløntu fyri stórum mismuni, í mun til onnur á arbeiðsmarknaðinum, sigur Jenis av Rana.
Løgmaður segði eisini í røðu sínari, at samgongan fer at leggja uppskot fram um yvirtøku av útlendingamálinum.
- Hetta er eisini eitt mál, sum vit í Miðflokkinum løgdu fram fyri einum ári síðani. Men tá var tað felt við teirri grundgeving, at arbeitt verður við málinum. Tað er púra greitt, at tað ber als ikki til, at donsk embætisfólk skulu avgera okkara útlendingapolitikk, sigur Jensi av Rana.
Av øðrum, sum formaður Miðfloksins legði til merkis, kann nevnast, at hann enn undrast á, at samgongan ikki fær skúlalæknaskipanina at virka, umframt at hann stórliga ivast í um lovaði bústaðarpakkin hjá landsstýrinum verður veruleiki í hesum valskeiðinum.
--
Myndatekstur:
Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, kundi hugsað sær fleiri framtíðarvisjónir ólavsøkurøðuni