Lítið samfelag brúk fyri góðum undirstøðukervi

Danski innanríkis- og heilsuráðharrin, Lars Løkke Rasmussen vitjar í hesum døgum saman við føroysku koni síni, Sólrun, í Føroyum, her hann hevur verið ofta áður. Sosialurin hitti hann til eitt prát um samstarv millum samgongu og andstøðu, Føroyar sum ferðamannaland, Sambandsflokkin, lívið sum ráðharri og fjallasúkklur

SUMMARGESTUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
 
Hann dylur ikki fyri, at Føroyar er hansara frístað, nú hann situr í tí lýggja lotinum uttan fyri húsini hjá vermóðurini úti í Grønlandi í Havn. Túnið hevur hann nátt at fríðkað og koyrt skerv á hesar dagarnar í Føroyum. Onkrir danskir fjølmiðlar hava til fánýtis roynt at fingið orðið á hann í feriuni, men hann gevur særr tó stundir at tosa við føroyskar miðlar.
Navnið er Lars Løkke Rasmussen. Hann er føddur í 1964, og seinastu 5 árini hevur hann verið danskur innanríkis- og heilsumálaráðharri. Kona hansara, Sólrun, er úr Havn, og hann greiðir frá, at tey á hvørjum ári hava vitjað í Føroyum, síðani tey komu saman, og onkuntíð hava tey eisini hildið jól her.
Hann hevði tó ikki verið í Føroyum, áðrenn hann møtti konuni, men sum landsformaður í Ungmannafelagnum hjá Vinstra frá 1986 til 1989 kom hann at kenna nógv ung sambandsfólk.
Spurdur, um hann við sínum serliga familjusambandi við Føroyar, er tann ráðharrin í donsku stjórnini, sum er eitt slag serligum føroyaserfrøðingi, svarar hann ikki beinleiðis, men á kropsmálinum sæst týðiliga, at danskir ráðharrar helst hava annað og meira at gera við at røkja síni egnu málsøki væl enn at blanda sín privata kunnleika til Føroyar upp í stjórnarararbeiðið.
Men Lars Løkke Rasmussen himprast ikki við at siga, at nú er gingin alt ov long tíð síðani tey høvdu eitt føroyskt umboð úr Sambandsflokkinum í fólkatingsbólkinum hjá Vinstra á Kristiansborg. Hetta kundi koma væl við, og hann letur væl at samstarvinum við núverandi formannin, Kaj Leo Johannesen.
- Tað hevði stórt virði fyri okkum, sigur Lars Løkke Rasmussen, og sipar m.a. til kunningarvirðið í at hava ein fólkatingslim í flokkinum úr Føroyum, tá føroysk viðurskifti skulu viðgerast.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Lítið samfelag brúk fyri infrastrukturi
 
Hann himprast heldur ikki við at siga, at hann metir, at tann núverandi danska stjórnin við hansara egna Vinstraflokki á odda hevur normaliserað - sum hann kallar tað -  viðurskiftini við Føroyar aftur, eftir at viðurskiftini gjøgnum nítiárini høvdu verið heldur spent.
Tá hann verður spurdur, um hetta er tilvitað av stjórnini, ella um tað er tí, at Vinstra er ein liberalur flokkur, er Lars Løkke Rasmussen skjótur at avdúka síni tiltiknu evnir sum ein orðakringur politikari, ið dugir at svara fyri seg.
- Vit eru tilvitað liberal, sigur hann við einum skálkabrosi. Men sum ein rættur tungufimur humoristur er hann tó skjótur at raka álvaran aftur og leggur afturat, at tey í núverandi stjórnini eisini eru liberal, og at hetta eisini skal koma til sjóndar í teirra menniskjafatan, og vil vera við, at tey bæði sjálvstýrandi økini í danska ríkinum, Grønland og Føroyar, sjálv skulu ráða fyri sínum viðurskiftum.
- Nú eri eg bara her sum gestur, men síðani Anders Fogh kom til, hava vit roynt at røkt tað góða sambandið, sigur Lars Løkke Rasmussen og vísir, á at hetta lá eisini frammarlaga í huganum hjá Fogh, áðrenn hann bleiv forsætisráðharri.
- Fyri nøkrum árum síðani vóru áskoðanirnar um Føroyar ov einoygdar og stereotypar, t.d. at føroyingar høvdu alt ov nógvar tunlar o.s.fr. Men ein skal koma upp hagar og síggja eitt nú Vágatunnilin fyri at skilja hetta.
- Eitt so lítið samfelag hevur brúk fyri interaktión, sigur Lars Løkke Rasmussen avgjørdur, og metir útbyggingina av undirstøðukervinum vera góða og neyðuga fyri Føroyar.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sambandsmaður?
 
Sum nevnt hevur Lars Løkke ofta verið í Føroyum, og ofta hevur hann verið røðari á fundum hjá bróðurflokkinum í Føroyum, Sambandsflokkinum, og hendan heiðurin fær hann eisini seinni í ár, tá Sambandsflokkurin hátíðarheldur sítt ára 100 ára jubileum.
Spurdur, um hann sjálvur hevði verið sambandsmaður, um hann var føroyskur politikari, hugsar hann seg væl um eina løtu og svarar varliga:
- Jú, tað haldi eg, eg hevði verið, men leggur so afturat, at hann sum dani eisini er sambandsmaður, tí hann sigur seg taka undir við ríkisfelagsskapinum saman við Grønlandi og Føroyum.
Hann undirstrikar tó, at spurningurin sum vera man er hypotetiskur, av tí hann er dani og ikki føroyingur, og tí metir hann, at tú mást vera føddur og uppvaksin í Føroyum, um tú skalt duga svara hasum spurninginum og sipar til, at meðan danskur politikkur ofta verður sagdur bert at hava tvær ásir, nevniliga høgra og vinstra, so hevur føroyskur politkkur 4 ásir, sum eru ávikavist høgra, vinstra, samband og sjálvstýri.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tvífaldur vinningur
 
 
Tað er eyðsýnt, at Lars Løkke Rasmussen trívist í Føroyum sum gestur og ferðamaður. Hann spyr íðin blaðmannin um føroyska ferðavinnu, og viðhvørt tekur hann smálutir fram, sum kunnu vera torførir at svara upp á, uttan at hava hugt í nýggjastu tølini frá Hagstovuni ella Ferðaráðnum.
Lars Løkke Rasmussen er nevniliga sannførdur um, at jú meira danir vitjaðu Føroyar, jú meira hevði hetta komið Føroyum til góðar.
- Danir áttu at vitað meira um Føroyar. Grønland fyllir meira í tí danska mentanarliga landslagnum, men eg havi enn til góðar at møta einum dana, sum ikki hevur sagt seg vilja komið til Føroya. Øll í mínum vinaskara siga seg vilja koma til Føroya, men Lars Løkke Rasmussen noyðist tó at staðfesta, at tað verri enn so altíð endar við, at hesi fólkini koma til Føroya. Hesi endast ofta í Lanzarote ella líknandi støðum, har útboðið av sólstrálum ikki trýtur.
Lars Løkke Rasmussen ásannar at hann við sínum serliga netverki í Føroyum, sum familjan gevur honum, neyvan hevði upplivað alt tað hann hevur upplivað millum ár og dag á sínum ferðum í Føroyum og nevnir t.d. løturnar við Gjógv, har hann hevur fingist við seyð og annað, ið hoyrir jørðini til.
- Tey, sum ikki hava tað sama netverkið sum eg, mugu keypa pakkaloysnir ella okkurt annað, staðfestir Lars Løkke Rasmussen og heldur áfram við at spyrja retoriskt, hvar tú t.d. kann leiga eina fjallasúkklu í Havn. Sjálvur hevur hann sína egnu fjallasúkklu við í viðførinum. Hana fekk hann, tá hann fylti 40, og ráðharrin hevur m.a. súkklað á Kirkjubøreyni, nú hann hevur vitjað her.
Lars Løkke Rasmussen nevnir tó møguleikarnar við Gjógv, har m.a. tann gamli handilin Debesarhandil og Gjógv Adventure teljast millum tilboðini til ferðafólk, men hann heldur tó á við at nevna ta sokallaðu wellness-bylgjuna, har fólk vilja røra seg og hava tað gott, og at tað ikki hevði tað verið so býtt at boðið meira av tílíkum út í Føroyum.
- Tað hevði verið dupultur vinningur, um fleiri danir komu sum ferðafólk til Føroya, bæði tann búskaparligi og tann mentanarligi, sigur Lars Løkke Rasmussen og heldur hetta eisini hevði økt um kunnleikan til Føroyar. Danir áttu at vitað meira um føroyska mentan.
- Um ein tekur undir einum ríkisfelagsskapi, egur hetta at ganga báðar vegir. Fleiri danir seta bara Føroyar í samband við regn, mjørka, seyð og gras, sigur Lars Løkke Rasmussen.
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sambandsflokkurin liberalur?
 
 
Danskur politikkur er broyttur nógv seinastu árini, og flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen, Vinstra, hevur síðani valið í 2001 verið størsti flokkur í Danmark. Lars Løkke Rasmussen er næstformaður í Vinstra, og tá hann verður spurdur, um tað er møguligt at koma við eini uppskrift, hvussu ein flokkur kann røkka hesum máli, hugsar hann seg sjálvandi væl um, áðrenn hann svarar.
Men nøkur lyklaviðurskifti eru kortini, avdúkar hann.
- Samanhald, at vera greiður í sínum samskifti og lyftum, og ikki at lova meira, enn tú kanst halda, og ikki halda meira, enn tú kanst lova, sigur Lars Løkke Rasmussen.
Spurdur, hvussu tað ber til, at ein flokkur sum Vinstra, ið kallar seg liberalur, kann røkka eini so stórari veljarafjøld, svarar ráðharrin, at eins og fleiri hava eina stereotypa fatan av Føroyum, kunnu fleiri eisini hava eina stereotypa fatan av, hvat tað vil siga, at vera liberalur.
Lars Løkke Rasmussen sigur m.a., at Vinstra við tí uppskotinum, at bíðitíðin til almennu sjúkrahúsini skuldi ikki vera drúgvari enn tveir mánaðir. Annars kundi sjúklingurin velja eitt annað sjúkrahús. Hetta tekur Lars Løkke Rasmussen sum dømi um, at Vinstra roynir at byggja brúgv millum felagsskapin og einstaklingin, sum hann tekur til. Tvs. at samfelagið skal veita einstaklinginum tryggleika og vissu fyri eitt nú uppihaldi á sjúkrahúsi, men at einstaklingurin eisini skal hava eitt val.
- Okkara mál er, at menniskjan skal standa á egnum beinum í einum tryggum felagsskapi, og at tað ikki skal vera pengapungurin hjá foreldrunum, men títt egna intellekt, ið avger, hvørjar møguleikar tú hevur.
Lars Løkke Rasmussen viðgongur, at myndin ikki er so svørt/hvít, og at Javnaðarflokkurin í Danmark eigur stóran heiður fyri, at Danmark er komið so langt, tað er komið.
- Áður hevur tað ofta verið so, at Javnaðarflokkurin hevur verið eksponentur fyri felagsskapinum, og at høgravongurin hevur verið kendur fyri at eksponera individualistin. Men styrkin hjá Vinstra hevur verið at byggja brúgv millum hesi, sigur Lars Løkke Rasmussen.
Hann undirstrikar eisini, at tað er ein munur á at vera liberalur og at vera liberalistiskur, sum ofta verður sett í samband við búskap og peningalig viðurskifti.
Tá prátið fellur á aðrar hættir at vera liberalur, t.d. verður Lars Løkke Rasmussen spurdur, um hann t.d. metir, at bróðurflokkurin í Føroyum kann kallast at vera ein so liberalur flokkur, tá ikki øll tingfólkini í sambandsflokkinum eru á einum máli um t.d. rúsdrekkalógina ella um samkynd skulu verjast av antidiskriminatiónslógini.
Lars Løkke Rasmussen smílist eitt sindur og leggur eina við, at hann ikki ivast í, hvat hann meinar um hasi viðurskiftini sæði í einum donskum perspektivi.
- Sjálvandi skulu vit sum samfelag senda eitt signal um, at tað er betri ikki at drekka enn at drekka, men eg eri ímóti at diskriminera fólk, sigur Lars Løkke Rasmussen.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ávirkan sum ráðharri
 
Lars Løkke Rasmussen hevur ætlað at verða her í Føroyum einar tríggjar vikur. Áðrenn samrøðuna hevur hann júst verið í svimjihøllini í Havn, har hann júst hevur hitt ein annan dana, sum eisini er giftur føroyskari konu. Lars Løkke Rasmussen sigur, at teir báðir prátaðu um, at hjá teimum báðum kom tað klassiska kjakið altíð fram við makan, um tey í ár skuldu fara suðureftir ella til Føroya, men sum oftast endaðu tey hóast alt í Føroyum.
Men hóast hann heldur frí, er tó møguleiki at kanna internetið av og á, men at keypa danskar avísir í Føroyum, tímir hann ikki so væl, av tí tær eru dagsgamlar, tá tær koma hendanvegin. Hann kendi seg tó noyddan at fara oman í eina kiosk ein dagin at keypa sær Berlingaran, tá hann frætti, at tann konservativi samgonguflokkurin hevði skeldað hann út á forsíðuni um viðurskiftini í heilsuverkinum.
At vera ráðharri er eitt arbeiði, har tú ofta kann rokna skula byrja tíðliga á morgni og ikki sleppa heim aftur fyrr enn seint á kvøldi. Sólrun, kona Lars, sum av og á kemur út í túnið at seta seg hjá okkum at práta, skoytir upp í, at tey búgva ein tíma frá Keypmannahavn, og hetta ikki beinleiðis er við til at stytta um arbeiðsdagin hjá ráðharranum.
Spurdur, um hetta ikki er hart, sigur Lars Løkke Rasmussen, játtandi, men er kvikur at leggja afturat, at tað eisini er eitt spennndi arbeiði.
- Eg minnist eitt statsráð saman við drotningini stutt fyri jól, tá vit høvdu sitið sum stjórn í eitt ár, og at eg hugdi runt eftir hinum ráðharrunum og hugsaði, hvussu móðir teir sóu út, greiðir Lars Løkke Rasmussen frá og gleðist um at hava frí og merkja, hvussu ringarnir undir eygunum hvørva, sum hann tekur til.
Hann er tó sannførdur, at hóast tað av og á frættist um fólkatingslimir, ið ikki taka av einum tilboði um at gerast ráðharri, so kemur hetta ikki ofta fyri.
- Politikarar vilja hava ávirkan, sigur Lars Løkke Rasmussen, sum annars var yngsti amtsborgmeistari í Danmark, tá honum stóð í boði at gerast ráðharri. Hann greiðir frá at hann júst var komin á lagið í borgmeistarastarvinum, tá hann valdi at taka av ráðharratilboðnum, hóast hetta førdi við sær, at hann fór niður í løn.
Hann sigur sostatt, at hann ikki er við í politikki fyri pengarnar, og at hann ivaleyst hevði vunnið meira, um hann var byrjaður sum advokatfulltrúi, tá hann fekk prógv sum løgfrøðingur í 1992. Hinvegin sigur hann tað ofta vera komið væl við at hava hesa útbúgvingina í arbeiðnum sum ráðharri.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Samgonga og andstøða
 
Í donskum politikki verður tað ofta mett sum ein dygd, at samgonga og andstøða samstarva. Í Føroyum er hinvegin ikki siðvenja, at eitt landsstýri kýtir seg at fáa andstøðuna við í tær endaligu loysnirnar.
Um hetta sigur tann royndi danski stjórnarlimurin, at tvær dimensiónir eru í hesum.
- Vit eru til fyri at koma ígjøgnum við okkara sjónarmiðum, men eisini fyri at fáa øll við. Onkuntíð mugu vit tó velja, sigur Lars Løkke Rasmussen, og sipar til m.a. tann nýggja kommunalreformin í Danmark, har amt eru niðurløgd, og færri, men størri regiónir eru ætlaðar at koma ístaðin. Í tí førinum valdi stjórnin at gjøgnumføra ætlanina uttan ein breiðan meiriluta, tá hesin ikki var møguligur.
Hinvegin hevur stjórnin júst samtykt ein vælferðarbroyting, sum kemur at ávirka dankan politikk í nógv áratíggju framyvir. Í hesum førinum fekk stjórnin eisini andstøðuflokkar við, og hetta metir Lars Løkke Rasmussen vera neyðugt, um øll skulu hava álit á hesi skipan framyvir, og um henda langtíðarætlan skal hava nakað sjálvstøðugt virði.
Annars er breið semja um tey flestu stóru málini sum t.d. ES-politikkin og pensjónspolitikkin o.s.fr.
Lars Løkke Rasmussen vísir á, at meðan t.d. Týskland og Frakland hava stórt arbeiðsloysi, hava tey ikki hendan trupulleika í dag í Danmark. Hetta vil hann ikki geva núverandi stjórnini heiðurin fyri, men donsku politisku skipanini sum heild, hvørs konsensus ella fullu semjur skapa stóran fleksibilitet á arbeiðsmarknaðinum. Hetta verður eisini rópt flexicurity, ið er ein samanrenning av orðunum flexibility og security.
Spurdur, um hetta kann kallast eitt slag av politiskum homogenititi, svarar hann játtandi, men leggur tó afturat.
- Men tað er eisini neyðugt at síggja mun á flokkunum!
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tilvild
 
Lars Løkke Rasmussen er sum nevnt næstformaður í Vinstra, men spurdur, um hann torir at siga, at  hann væntar at verður komandi forsætisráðharri í Danmark, sigur Lars Løkke Rasmussen, at tað kann hann einki siga um.
- Tað ber ikki til at leggja karrieruætlanir í politikki. Fyri tað fyrsta snýr tað seg um at vera á rætta staðnum í røttu løtuni, og tað er ein ikki sjálvur harri yvir. Fyri tað næsta havi eg sæð so nógv vónbrotin fólk í politikki, sum t.d. hava uppgivið ein borgmeistarasess fyri ein ráðharrasess o.s.fr. Tað snýr seg um at hava tað stuttligt og at gera sítt arbeiði væl, og so kemur støðan kanska, sigur Lars Løkke Rasmussen, sum eisini nevnir eini ráð frá einum starvsbróðurinum, Claus Hjort Frederiksen, ið hevur sagt, at í politikki skal ein taka størvini, tá tey koma.
Lars Løkke Rasmussen leggur afturat, at hann og Fogh herfyri júst sótu og prátaðu um, hvussu tilvildarligt tað kundi falla út. Til dømis hevði Fogh allarhelst verið fíggjarmálaráðharri í dag, um Uffe Elleman-Jensen vann fólkatingsvalið í 1998, og eingin veit, í hvørjum sessi Lars Løkke Rasmussen so hevði sitið í í dag.
- Og ta ferðina vóru tað sum kunnugt bara nakrar fáar atkvøður úr Føroyum, sum avgjørdu úrslitið, sigur Lars Løkke Rasmussen við einum smíli.


Myndatekstur:
Ráðharrin hevur fjallasúkkluna við til Føroya og hevur m.a. roynt seg á
Kirkjubøreyni. Hann skilir væl føroyskt, og bæði konan og børnini tosa
føroyskt við hann
Mynd: J. Kr. Vang