Tríggir dystir vóru um vikuskiftið í Eik-liguni hjá monnum, men ikki kann sigast, at teir broyttu stigatalvuna stórvegis. ÍF vann báðar sínar – ávikavist ímóti Fleyr og TB – og sær framvegis út til at gerast tryggur vinnari av landskappingini. Tað gevur sess í FM-finaluni og heimavøll í einari møguligari triðju finalu.
Fleyr, ið hevur ligið á fjórða plássi tað mesta av kappingarárinum, hevði staðið munandi betri í tí, um tað hevði eydnast at koppað ÍF leygardagin, og tí er spurningurin, um tað hjálpti so nógv, at Fleyr í gjár vann á SÍ.
Mjølnir, ið ikki spældi um vikuskiftið, eigur ein dyst á í mun til SÍ og Fleyr, og tí kunnu klaksvíkingar gera ein vørr og troðka seg heilt fram á næstfremsta plássið. Møguleikin liggur helst fyrst og fremst í, at ivasamt er, hvussu nógv veiggj er eftir í SÍ-liðnum, sum í hesum árinum bara sær út til at verða viknað.
Seinnapartin leygardagin var Fleyr á Kambsdali og vitjaði ÍF. Í fyrsta setti megnaðu havnarmenninir at geva fuglfirðingum dygga mótstøðu, men ÍF vann 28-26 og reið stormin av. Í teimum báðum seinnu settunum sat ÍF á tí og vann rímiliga trygt, og tað merkti fyri Fleyr, at ein týdningarmikil møguleiki fór til spillis.
Rajko á skaðastovuna
Í gjár tók Fleyr ímóti SÍ í Gundadalshøllini, og hóast tað gjørdist ein fimmsettari, ið endaði við sigri til Fleyr, er spurningurin, um tapið leygardagin ikki kostaði so mikið nógv, at sigurin sunnudagin ikki bleiv so søtur, sum hann kundi blivið tað.
Fleyr byrjaði væl og tók fyrsta sett, men so svaraði SÍ aftur í teimum báðum næstu, áðrenn Fleyr aftur vann og fekk eitt fimta sett, sum havnarmenninir eisini vunnu. Fyri SÍ var hetta ikki so gott, tí umframt at tapa dystin, misti liðið eisini Rajko Petrovic av vøllinum, tá hann stoytti saman við ein av liðfeløgunum og noyddist út á skaðastovuna at venda. So mikið er farið burturav hjá sørvingum higartil, at teir ikki hava ráð til eisini at missa Rajko.
Hin dysturin í gjár var í Trongisvági, har TB tók ímóti ÍF, ið hevði skaðar at dragast við, so liðið kundi verið sterkari. Hesum royndu teir í TB at gera sær dælt av, men hóast teir stríddust fyri sakini – serliga tey bæði fyrru settini – megnaðu teir ikki at skala ÍF, ið fekk sín 3-0 sigur og staðfesti oddasessin.