Marita V. Rasmussen, limur í Granskingarnevndini, undrast á útsagnirnar hjá teimum tingmonnum, sum vilja máa støðið undan grindatilmælinum Við Rás2 í dag segði Marita V. Rasmussen, at tað er landslæknin, sum hevur myndugleikan til at koma við góðum ráðum og tilmælum.
- Landslæknin vísir á, at tilmælini innan hetta granskingarøkið eru almannakunngjørd innan eina røð av tíðarritum. Og tað er tann besta trygdin fyri, at tann granskingin, sum er farin fram, er munagóð.
Spurd, hvørja ávirkan hetta kann fáa á føroyska gransking, segði Marita, at hetta í øllum førum er lítið motiverandi.
- Eg haldi tað vera keðiligt, at úrslit hjá føroyskum granskarum, sum annars hava verið roynd í vísindaligum høpi, verða niðurgjørd. Og hetta er ikki serliga motiverandi fyri granskingina.
- Hinvegin er tað sjálvandi ok at hava eina meining, soleiðis at eitt kjak kann fara fram. Men sjálv haldi eg, at vit eyga at venda eyguni móti teirri dálking, sum fer fram, og sum er viðvirkandi til, at tvøst og spik nú ikki kann etast, segði Marita V. Rasmussen í samrøðu á Rás2.










