Veðrið hevur rættiliga gjørt um seg um vikuskiftið. Bæði samferðsla og ítróttur hava verið darvað av nógva vindinum. Fleiri fótbóltsdystir vórðu avlýstir, meðan flestu av strandfaraskipunum avlýstu túrar sínar vegna veður.
Á TryggingarfelagnumFøroyar hava tey tó ikki merkt nakað serligt til vindin og óveðrið. Sjálvt um vindurin hevur verið nógvur, so er millum lítið og onki meldað til tryggingina. Ella soleiðis var í øllum førum fyrrapartin mánadagin.
Á biladeildini høvdu tey bara fingið fráboðan um ein bil, sum var farin útav.
? Skaðar plaga at verða meldaðir næstanbeinanvegin aftaná teir eru hendir, verður sagt av Tryggingini.
? Um skaðin hevur verið um vikuskiftið, so plaga fólk at boða frá mánadag ella týsdag. Men tað kunnu væl ganga eini tveir ? tríggir dagar áðrenn skaðin verður fráboðaður.
Ongin freist er fyri, hvussu leingi ein kann bíða við at boða frá einum skaða. Ein kann væl bíða upp til ein mánaða, men tó eru nakrir reglar ein skal taka fyrilit fyri.
? Tað ber ikki til at bíða við størri ringum skaða, sum síðani gerst verri. Ein tílíkur skaði skal fráboðast beinanvegin.
Men sum sagt, so varð lítið og onki fráboðað av skaðum um vikuskiftið, so Tryggingarfelagið Føroyar hevur ikki havt meira at gjørt enn vanligt.










