Lítið mál kann koppa góðari ætlan

- Tjóðskaparligi spurningurin er bara ein evarska lítil partur av arbeiðnum at gera eina nýggja grundlóg, men kortini kann hann beina fyri øllum arbeiðnum, sigur Jóannes Eidesgaard

Lítið mál kann
koppa góðari ætlan
 
 
 
 -  Fáa vit ikki eina semju um tjóðskaparliga spurningin, er ongin meining at tosa um restina.
Jóannes Eidesgaard sigur at javnaðarflokkurin hevur eina greiða støðu  til framhaldandi arbeiðið í grundlógarnevndini.
Hann sigur, at tað er neyðugt at fáa greiði á, um semja fæst um tað tjóðskaparligu orðingina í grundlógini.
Tí vil hann hava tann spurningin avgreiddan beinanvegin, tí fæst ikki semja um tann spurningin, dugir hann ikki at síggja endamálið í at halda fram yvirhøvur.
Og sum tað sæst í hinari greinini, kemur júst tann spurningurin at standa sína roynd nú.
Sjálvur vónar hann, at tað fer at bera til at finna semju um tjóðskaparliga spurningin.
-Í veruleikanum er hetta bara ein ógvuliga lítil partur av grundlógararbeiðnum. Alt hitt, vit hava viðgjørt í nevndini um viðurskiftini hjá føroyingum, rættindi og skyldur hjá føroyingum, løgtingið og landsstýrið og nógv onnur mál, hevur verið stak, stak áhugavert, og tað er nógv tann størsti parturin av arbeiðnum, sigur Jóannes Eidesgaard
Og hann ivast ikki í, at alt tað fer tað at bera til at finna semju um.
Men eftir stendur so tann tjóðskaparligi spurningurin, sum verður avgerðandi.
-Tað er umráðandi at fáa tann spurningin til viðgerðar sum skjótast og at fáa greiði á, um tað ber til at finna semju ella ikki, tí miseydnast tað, er tað meningsleyst at halda fram yvirhøvur.
Men av tí, at hetta er tann avgerðandi spurningurin, er tað umráðandi, at hann ikki verður skumpaður undan alla tíðina.
- Finna vit ikki semju, er arbeiðið dottið á gólvið. Vit mugu fyri alt í verðini ikki koma í eina støðu, har tað er samgongan, sum atkvøðir eina grundlóg ígjøgnum tingið og andstøðan atkvøðir ímóti. Grundlógin er fyri øll. Hon er grundarlagið undir samfelagnum og tí má hon eisini hava stóra undirtøku.
 
Tveir møguleikar
Jóannes Eidesgaard sigur, at formaðurin í grundlógarnevndini hevur skotið upp, at har ósemja er í grundlógarnevndini, skal tað atkvøðast.
- Eg ætli mær ikki at verða niðurstemmaður um tjóðskaparliga spurningin, beint áðrenn vit skulu vera liðug. Tí vil eg hava málið avgreitt so skjótt sum gjørligt, sigur formaður Javnaðarfloksins.
- Sjálvur heldur hann, at tað eru tveir møguleikar at finna semju um tjóðskaparliga spurningin.
- Tað mest nærliggjandi er at vit staðfesta støðuna, sum hon er. Men so ber eisini til at staðfesta, hvussu farast skal fram, skal støða okkara í ríkinum broytast.
Til dømis sigur formaður javnaðarfloksins, at tað skal standa í grundlógini, at tað eru føroyingar, sum hava fullan avgerðarrætt um, antin vit vilja broyta støðu okkara í ríkinum, ella fara úr ríkinum. 
- Hin møguleikin er, at vit gera eina politiska semju um tjóðskaparliga spurningin og um, hvørja leið, vit skulu halda.
Men tað trýr formaður javnaðarfloksins lítið uppá. Hann trýr ikki uppá, at tað ber til at fáa sambandsflokkin og tjóðveldisflokkin at boyggja seg so mikið at tað ber til at orða eina slíka semju.
Hann heldur somuleiðis, at tað ber ikki til at brúka grundlógina til at orða eina politiska ætlan um at ? Føroyar er eitt land við fullveldi? ella onkrum slíkum. Tað ber ikki til, uttan at semja fæst um tað og tað væntar hann avgjørt ikki.