Lítið kemur burtur úr upsanum

Tað er serliga svartkalvi, sum lyftir undir veiðivirðið hjá trolarunum, nú upsaveiðan svíkur.

- Flestu partrolarapørini eru til fiskiskap. Fleiri pør fiska svartkalva og restin fiskar upsa. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur, men heldur frægari roynist veiðan eftir svartkalva.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at flestu partrolarapørini koma inn at landa fyrst í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at trý partrolarapør fiska gulllaks, sum vanligt er hesa tíðina av árinum. Gulllaksaskipini plaga at royna til nakað út á heystið.

 

Tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva, og teir fáa eisini nakað av kongafiski. Væntandi landar ein djúpvatnstrolari í vikuni, sum kemur, og hinir báðir í vikuni eftir.

 

Ein frystitrolari er nýliga byrjaður túr, og hesin fiskar eisini svartkalva.

 

Í dag, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, vóru bara tveir trolbátur til fiskiskap. Teir eru nýliga byrjaðir túr, og enn er óvist, nær teir koma inn aftur at landa. Trolbátarnir fáa mest av toski og hýsu.

 

Bara eitt garnaskip er til fiskiskap í løtuni, og væntandi kemur skipið, sum annars hevur brúkiligan fiskiskap, inn at landa fyrst í næstu viku.