Hóskvøldið á Jazzfestivalinum var gospelkvøld. Salurin var ikki heilt fullsettur, men fitt av fólki var kortini komið at hoyra gospelsangararnar úr Noregi, sum fóru á pallin sum síðsta framførsla hóskvøldið.
Kórið var ikki stórt, tað taldi eini fimtan fólk, men kortini fingu tey heilt góða breidd í sangin. Tær mannligu røddirnar vóru tó ikki serliga sterkar í mun til kvinnurøddirnar, tí teir vóru heldur fáir í mun til tær.
Solosangurin var sum heild góður, og serliga ein av kvinnunum megnaði at fáa áhoyrarnar at spíla oyruni út.
Eitt sindur óvanlig var hendan gospelkonsertin hjá Stavanger Gospel Choir við tað at áhoyrararnir fyri tað mesta sótu púra friðaligir og lurtaðu. Vanliga plaga gospelkór at royna at fáa áhoyrararnar við bæði í sangin og dansin, men hóskvøldið komu áhoyrararnir ikki upp úr stólunum fyrr enn kórið sang eykalag sítt.
Hinvegin var pallframførslan hjá kórinum ógvuliga lívlig, og tað er helst ikki heilt av leið at siga, at kórið legði størri dent á sína egnu framførslu enn at fáa áhoyrararnar við í konsertina.
Alda á palli
At síggja til sá kórið ikki út sum tað kom úr einum oljubýi í Noregi. Heldur vildi tú gitt at tey komu úr onkrari amerikanskari kirkju, visti tú ikki betur.
Teir kvinnuligu sangararnir vóru í víðum litføgrum kappum yvir ber bein eins og gospelkór í amerikanskum kirkjum plaga at vera ílætin. Mannfólkini vóru tó ikki í kappum.
Kapparnir settu enn meira lív í framførsluna hjá lívligu normonnunum, og tá kórið ímóti endanum gjørdist í rættiliga góðum lag, var tað sum um at allir sangarnarnir hingu saman í einari myrkabláari aldu, ið leikaði uppi á pallinum í Norðurlandahúsinum.
Ikki kirkjugongd
Tónleikurin var gospel hóskvøldið, men konsertsalurin í Norðurlandahúsinum varð ikki gjørdur um til eina kirkju ella samkomuhús av teirri orsøk.
Stanvanger Gospel Choir tyktist vera tilvitað um at tey sungu á einum fjøltáttaðum tónleikafestivali har áhoyrararnir eru ymiskir.
Eingin bønarløta kom upp ímillum tónleikin, og sum so heldur eingin boðskaparboðan.
Tó so, ein av kórlimunum spældi ein lítlan leik á pallinum, har áhoyrararnir fingu eitt orð ella tvey við um, hvussu tey best kunnu koma nær Guði, men tað var ein stuttur og nokkso nátúrligur partur av konsertini, so tey, ið einans vóru komin fyri at hoyra sjálvan tónleikin, fingu tað, tey komu eftir uttan uttanumtos.