Eftir trý ár við stórum halli, er nærum javnvág millum inntøkur og útreiðslur í Norðoya Sparikassa. Hallið í 2011 er 1,8 mió.kr., meðan tað í 2010 var 57,8 mió.kr.
Sparikassin er ikki nøgdur við úrslitið, men fegnast tó um gongdina. Grundraksturin er batnaður, niðurskrivingarnar upp á útlán eru færri, meðan virðisjavnan av fíggjarligum tólum vísti hall.
Munurin millum inntøkur og útreiðslur minkaði í 2011, tá sæð verður burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum. Inntøkurnar lækkaðu við 4,9 mió. kr., meðan útreiðslurnar lækkaðu við 12,1 mió. kr., og sostatt batnaði grundraksturin við góðum 7 mió. kr. í 2011.
Størsta einstaka broytingin er í avskrivingum og niðurskrivingum upp á skuldarar. Tær fóru úr 49,3 mió. kr. í 2010 og niður í 11,3 mió. kr. í 2011. Hetta er ein minking uppá 38 mió. kr.
Hallið í virðisjavnanum í 2011 er 2,4 mió. kr., meðan tað í 2010 var 13,4 mió. kr. Vinningur av partabrøvum var í 2011 4,4 mió. kr., men samstundis lækkaði marknaðarvirði á fíggjarligum tólum 6,3 mió. kr.
Netto rentu- og kostnaðarinntøkurnar lækkaðu úr 77 mió. kr. í 2010 og niður í 72,1 mió. kr. í 2011. Tað er ein minking upp á 4,9 mió. kr.
Samlaðu útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting lækkaðu við 6,4 mió. kr., úr 63,6 mió. kr. í 2010 og niður í 57,2 mió.kr. í 2011.
Aðrar rakstrarútreiðslur lækkaðu við 5,2 mió. kr.
Fíggjarstøða sparikassans minkaði við 308 mió. kr. í 2011, úr 2.493 mió. kr. við ársenda 2010 og niður í 2.185 mió. kr. við ársenda 2011. Størsta einstaka broytingin í 2011 var, at sparikassin fyri tíð - afturrindaði 300 mió.kr. av láni við statsveðhaldi.
Gongdin í inn- og útlánum sparikassans hevur borið við sær, at innlánsundirskotið er lækkað við 83 mió. kr. í 2011, úr 122 mió. kr. og niður í 39 mió. kr.
Sparikassin væntar, at henda gongdin fer at halda fram, og at talan fer at vera um positivt innlánsyvirskot í 2012. Hetta ber við sær, at útlánsprosentið fer niður um 100.
At innlánsundirskotið lækkaði í 2011 bar við sær gott gjaldføri, og tað nýtti sparikassin til at gjalda lán aftur undan ásettu tíðini. Hóast at 300 mió. kr. er goldnar í lánsgjøldum, so er gjaldførið framvegis gott. Yvirdekningurin í mun til lógarkravið við árslok 2011 er 128%. Fíggjareftirlitið hevur mælt peningastovnum til at hava ein yvirdekning omanfyri 50%.
Solvensur sparikassans øktist við 1,6% í 2011, úr 14,8% við árslok 2010 og til 16,4% við árslok 2011. Individuelli solvenstørvurin hækkaði við 1,2%, úr 10,3% við árslok 2010 og til 11,5% við árslok 2011. Solvensyvirdekningurin er nú 4,9%.
Útlitini fyri avlopi í grundrakstrinum eru betri í 2012, enn úrslitið av grundrakstrinum var í 2011. Um sæð verður burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum upp á útlán, roknar sparikassin við 15 mió. kr. í avlopi í 2012.









