Bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið er so gott sum farið aftur um bak, og í skrivandi løtu restar bert útsetti dysturin millum B68 og KÍ í, áðrenn allir dystirnir eru spældir.
Síðani FSF fyri nøkrum árum síðani fór undir at skipa steypakappingina í bólkar, hevur grundgevingin fyrst og fremst verið, at hetta gevur liðunum nógvar dystir at finna rætta formin, áðrenn landskappingin byrjar.
Tað er kanska ikki so býtt, at øll liðini, sum eru við í bólkaspælinum, fáa heilt fitt av dystum beint áðrenn landskappingin byrjar, men nú hesin parturin av kappingini syngur sítt síðsta ørindi í ár, eru fleiri spurnartekin við, um hetta nú er tann rætta skipanin.
Tað man neyvan koma fyri nakra aðrastaðni í fótbóltsheiminum, at eitt lið kann tapa fýra dystir í steypakappingini og framvegis ikki vera útsligið (ÍF í ár). Í flestu førum er ein taptur dystur nóg mikið. Alt gott um ÍF, men um fuglfirðingar nú vinna steypakappingina, eftir at teir hava tapt fýra dystir, eru teir so teir røttu steypavinnararnir?
Í so máta kunnu vit ikki kalla bólkaspælið fyri annað enn ein kvalifikatión til steypakappingina ? við øðrum orðum ein »undansteypakapping«.
Tað er eisini so sum so, hvussu stórum álvara liðini taka kappingina. Tað eru fleiri dømi um, at lið ikki hava hug at sleppa í bólkaspælið, tí tey ikki halda tað tæna nøkrum endamáli, hvørki hjá teimum ella teirra møguligu mótstøðuliðum. Og hví ferðast runt um alt landið til dystir, tú ikki hevur nakran kjans fyri at vinna?
Vit minnast øll nøkur ár aftur, tá fótbóltsfelagið Skansin kom í bólkaspælið, har teir m.a. taptu 22-0 móti HB.
Síðani tá er skipanin tíbetur broytt soleiðis, at eitt lið sum Skansin í dag skuldi verið sera heppið fyri at sloppið so langt sum í bólk saman við teimum sterkastu 1. deildarliðunum.
So hevði onkur sagt, at um vit høvdu gjørt tað sum flestu aðrastaðni, kundi Skansin trekt HB longu í fyrsta umfari og framvegis tapt 22-0. Gaman í, men tað hevði so verið tað, og so høvdu teir ikki verið noyddir at spælt ein dyst afturat móti HB, umframt tveir móti B36, ella GÍ, ella KÍ?
Tríggjar endurtøkur
í fjórðingsfinalunum
Nú restar framvegis ein dystur í bólkaspælinum í ár, men tað er longu greitt, at tríggjar av teimum fýra fjórðingsfinalunum verða endurtøkur av dystum í bólkaspælinum. Tað snýr seg um dystirnar B36-NSÍ (sum tey flestu við skili fyri fótbólti vistu longu frá lutakastinum av, fóru at gerast tvey tey ovastu liðini í bólkinum), HB-ÍF (HB sum vinnari av bólki 1 og ÍF sum næstbesti 3?ari), og tað er eisini greitt, at besti 3?arin verður tann í bólki 2. Og hann skal spæla móti? ja, nummar tvey í bólki 2!
Nú eru endastøðurnar falnar sera óheppið út fyri kappingarskipanina, men spurningurin er, um tað ikki hevði verið skilabetri t.d. at bíða við lutakastinum, inntil bólkaspælið var liðugt, so ein kundi tryggjað sær, at tað ikki blivu tey somu liðini, sum spældu móti hvørjumøðrum. Tað munnu B68 og KÍ halda. Hesi bæði liðini hava longu spælt ein steypadyst og skuldu eftir ætlan spæla ein afturat í gjár. Síðani hittast tey aftur í fyrsta umfari av landskappingini, og níggju dagar seinni eru fjórðingsfinalurnar, og sannlíkindini fyri, at tað aftur verða KÍ og B68, sum hittast í tí dystinum, eru stór.
Kann loysa seg at tapa
Nakað annað er, at eftirsum KÍ og B68 nú eru tey einastu liðini, sum hava dyst eftir í bólkaspælinum, kunnu tey »spekulera« í úrslitinum og so at siga sjálvi velja, hvønn tey skulu spæla ímóti í fjórðingsfinaluni. Eingin kann verja seg móti veðri og verkfalli, og als ikki fótbólturin, men tað gevur onga meining, at tað í eini steypakapping skal kunna loysa seg at tapa.
Sum heild hevur steypakappingin avdúkað nakrar óhepnar veikleikar í núverandi skipanini. Sum sagt hava endastøðurnar í bólkunum verið sera óhepnar, men fyri at taka samanum, er lítið høpi í at halda fram við núverandi skipan, um hetta verður lagið hvørt ár. Tí tað kunnu hvørki spælarar ella áskoðarar vera serliga nøgdir við.