Ólavsøkufótbóltur: Tá HB bjóðaði Herfølge á ólavsøku, søgdu teir tað vera, tí teir ynsktu at lyfta ólavsøkufótbóltin upp á eitt hægri støði, enn tað hevur verið tey nógvu seinnu árini.
Tað vóru heilt fitt av áskoðarum á Tórsvølli, men tað er ivasamt, um HB fekk serliga stóran vinning burturúr, tí felagið skuldi rinda allar útreiðslurnar av at fáa Herfølge til Føroya.
Dysturin var einki at rópa hurrá fyri. Herfølge spældi, sum tað kann roknast við av einum liði, ið hevur ein týdningarmiklan landskappingardyst á skránni sunnudagin. Herfølge vann 3-0, og HB var so mikið tannleyst, at Jákup Mikkelsen í Herfølge málinum hevði millum lítið og einki at gera.
Ólavsøkuaftan spældu B36 og GÍ, og tað var lívligt. B36 vann 6-3, men tað var ikki fyrrenn í 2. hálvleiki, at munurin gjørdist so stórur. Nógv av málunum vóru sera væl spæld, og okkurt varð skotið uppá langskot, sum sjáldan eru at síggja í føroyskum fótbólti.