Lítið gallarí, stór list!

At síggja til er hetta ikki nøkur stórfingin listaframsýning, hvørki tá talan er um nøgd ella um støddina av teimum 22 listaverkunum, sum eru smáar vatnlita- og oljukritsmyndir, umframt nakað av grafikki, ið alt er á pappíri. Men er henda listin ikki stór í vavi, kann hon vera rúmlig í so mangan annan mun.

Kinna Poulsen

------------------

 

 

 

Tað er nevniliga eitt av teimum stóru og týdningarmiklu listafólkunum, sum í løtuni sýnir fram í lítla Havnargallaríinum Stephanssons Hús og hóast talan er um eina søluframsýning við gomlum skitsum og tekningum frá ymiskum tíðarskeiðum, so er tað ongantíð keðiligt, tá listamaðurin eitur Torbjørn Olsen. Framsýningarheitið “Persónslýsingar, altartalvur og náttúrumyndir” er breitt og gevur ábending av einum lutfalsliga tilvildarligum úrvali av listaverkum hjá Torbjørn Olsen. Men sum skilst er tað gallaríeigarin, Ingvør Nolsøe, ið hevur framt eitt “con amore” úrval. Á ferniseringini, sum var 19.oktober, signeraði listamaðurin nýggju bókina, sum Bárður Jákupsson hevur skrivað um hann og sum eisini verður ummæld í hesum blaðnum.

 

 

Pappírslist

 

Pappírsmyndir hava ikki sama støði millum fólk sum málningar. Soleiðis er tað bara. Hetta sæst millum annað ofta á einum týðiligum prísmuni millum listasløgini, sum tó ikki er eins týðiligur á hesi framsýningini, hvørs pappírslistaverk í summum førum ikki eru heilt ódýr. Men í grundini er tað gleðiligt at síggja, at hetta ikki tykist styggja listakeyparar á hesi framsýningini. Tí hóast pappírsskitsur kunnu tykjast meira ómakaleysar enn lidna verkið, eru tær eisini ofta frískari og meira spontanar og harvið eisini meira livandi enn tað lidna verkið. Ikki minst, tá talan er um ein so dugnaligan teknara sum Torbjørn Olsen. Skitsan av Williami Heinesen er kanska tað besta verkið á framsýningini, sum veruliga tykist fanga eyðmjúka opinleikan í poesi Heinesens. Gentulýsingin, (nr. 11) er eisini rørandi í sínum ekstrema einfeldi; ein rá einslitt strikumynd, sum í fáum, brúnum strokum fangar tað ólidna, sum merkir óbúna andliti samstundis sum eitt sindur av heitum gulum liti á enninum gevur hugasamband til barndómsins sólskin og sakloysi.

 

 

Náttúrulýsingar og altartalvur

 

Náttúrulýsingarnar eru litríkar, ofta spælandi við mótsetningslitum sum t.d. gulum og violettum og reyðum og grønum. Torbjørn Olsen má á sama hátt sum hin stóri koloristurin í føroyskari myndlist, Ruth Smith, hava myndevnið framman fyri sær, tá hann málar. Hetta er óivað ein orsøk til, at mong av hansara landsløgum eru býarlandsløg, sum hann hevur sæð tey í útsýni frá teimum ymisku starvsstovunum, hann hevur havt. Hann finnur serliga stóran íblástur í teimum menniskjunum, sum hann málar. Í sambandi við altartalvurnar, sum hann hevur málað seinastu árini, hava vinfólk staðið model í teimum ymisku bíbilsku leiklutunum. Bróðurin, tann framúrskarandi grafikarin, Marius Olsen hevur eitt nú verið fasta fyrimyndin fyri Jesus-lýsingunum. Torbjørn dámar ikki at verða nevndur bókmentaligur málari í týdninginum at vera ein støðuleysur myndprýðari av søgum hjá øðrum. Samstundis má staðfestast, at hann sum altartalvumálari veruliga hevur fingið sera nógv burtur úr bíbliusøguni. Men Torbjørn nýtist ikki ræðast tað bókmentaliga, sum hjá honum ongantíð verður til ivaleysa illustratión. Í hansara altartalvum, men eisini í teim mongu steinprentunum við sama myndevni í fleiri variatiónum, verður bíbliusøgan tulkað til eina listarliga søgu, sum tykist taka støðu í einum grundleggjandi, eksistentiellum iva. Fýra altartalvuprent eru við á framsýningini, men umframt hesar dramatisku myndirnar eru fleiri lættar, skemtiligar myndir av gerandisupplivingum sum t.d. nr. 8 í skránni við skálkabrosandi heitinum: “Ragnar vaknar tungan dag í Rom”. Framsýningin í Art Galleri Stephanssons hús er opin hvønn dag inntil umleið 9.november.