Stutt eftir middag datt eitt lítið týskt flogfar niður í fjøllunum í Sør-Trøndelag í Vesturnoregi. Trý fólk vóru í flogfarinum, og tey vóru deyð, tá bjargingarlið komu á vanlukkustaðið.
Flogfarið, sum var av slagnum Cessna 172, var á veg úr Leknes í Lofoten til Varnæs-flogvøllin í Tróndheim saman við tveimum øðrum flogførum, tá tað datt niður. Tað var regn og vánaligt sýni, sigur NRK.
Fólk hjá norsku skaðanevndini fara at kanna vrakið í kvøld.