Í morgunmeldrinum í morgun var eitt lítið ferðsluóhapp á Skálatrøð í Havn. Ein bilur kom koyrandi yvir móti parkeringsplássinum á Skálatrøð, tá ein annar bilur kemur av Bøgøtu og koyrir út á vegin, beint fram fyri hin bilin, og so stoyta teir saman.
Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, men bilurin, ið koyrdi út av Bøgøtu, fórst eitt sindur illa.
Løgreglan var á staðnum, og kannaði málið. Treytaleys víkiskylda er, tá koyrt verður út av Bøgøtu, so helst fær eini førarin eina heilsan frá fútanum.
-rn