Veðrið var gott fríggjadagin og tey, sum skuldu um Leirvíksfjørð henda dagin, óttaðust ongar avlýsingar.
Men tá Dúgvan skuldi sigla av Leirvík klokkan 21.30, var einki skip í eygsjón. Bilrøðin á bryggjuni var stór, og fólk gingu ímillum fyri at fregnast um, hvat mundi vera galið. Men eingin visti nakað, og á Farstøðini høvdu tey eingi boð fingið.
Onkur av ferðafólkunum, sum dagliga ferðast við Dúgvuni, ringdi umborð. Tá fekst at vita, at teir máttu leggja skipið ein túr. Hesi boð komu tó ikki til øll, sum bíðaðu.
Tá ferðafólkið kom umborð, var alt sum um einki var hent - eingin frágreiðing ella umbering um hátalaran.
Manningin gav boð
Summi av ferðafólkunum, sum bíðaðu klaksvíksmegin, fingu boð frá manningini, at báturin mátti leggjast ein túr. Men henda fráboðan kom ikki til øll, og eingin frágreiðing var sett upp við ferjuleguna.
Seinni frættist, at Dúgvan hevði fingið hol á gronina undir sigling í næstseinastu viku, og at hetta var orsøkin til, at nevndi túrur varð lagdur burtur ímillum.
Tey flestu, sum dagliga ferðast um Leirvíksfjørð, hava fartelefonnummarið á Dúgvuni. Tey hava møguleikan at ringja umborð, tí manningin er altíð fús at svara, tá ringt verður.
Men hetta er ein tænasta, sum skal veitast á Farstøðini og ikki av manningini á strandfaraskipunum, sum hevur annað at gera enn at svara telefonini, meðan siglt verður.
Tað hevði ikki kostað Strandferðsluni nógvan pening at sett upplýsingar um broytingar upp við ferjulegurnar.
Dugnaleys leiðsla
Ferð eftir ferð standa fólk í Leirvík og bíða, tá Dúgvan siglir á Fuglafjørð. Eitt skelti við frákoyringina til Leirvíkar, hevði loyst tann trupulleikan.
Eingin - heldur ikki leiðslan á Strandferðsluni - er harri yvir veðri ella óhappum. Men leiðslan hevur ábyrgd av, at ferðafólk verða upplýst, og at avlýsingar eru til so lítlan ampa sum gjørligt, bæði fyri manning og ferðafólk.
Leygardagin varð Ternan sett í sigling, meðan Dúgvan er á beding fyri at tetta holið á gronini.
Og so er at vóna, at wc-rørini á damutoylettinum verða tett samstundis, so tær kvinnur, ið noyðast at "træde af på naturens vegne" á ferðini um Leirvíksfjørð, ikki kódna í ótespiliga deyminum.