Lítið er broytt

Eli Hentze, venjari hjá B71, sigur, at hóast sandoyingar vunnu gysaran, so er lítið broytt í botnstríðnum

Fótbóltur

 

- Vit satsaðu heilt vilt móti endanum, og tað gav tíbetur úrslit.

Eli Hentze frøist sjálvsagt um stigini, sum sandoyingar vunnu móti Skála í gjár. Men hann ikki vil ikki siga, at talan er um nakran lagnudyst.

- Einki er avgjørt fyrr ein seinasta umfar er spælt í oktober. Tað eru fýra lið sum kappast í botninum, og støðan í botninum er lítið broytt, hóast vit vunnu. Dysturin hetta vikuskiftið er líka avgerandi sum tann í Klaksvík komandi, og aftur eftir tað, sigur Eli Hentze.

Í málinum høvdu tit ein 47 ára gamlan standandi?

- Ja, ein super veteranur, má sigast. Hann stóð væl, men eg sigi við hann, at tað hevur lítið upp á seg at vera málmaður. Tú stendur bara í málinum og skal bara kasta teg eftir bóltinum. Tað hevði verið torførari, um hann spældi úti, tekur Eli Hentze skemtandi til um Valdemar Nowicki, sum stendur undir liðini á honum.

Hvussu er vónirnar til dystin í Klaksvík komandi vikuskiftið?

- Eg gjørdi mínum leikarum greitt undan dystinum í dag, at vit fóru at fáa dygga mótstøðu. Og tað fingu vit sanniliga eisini. Tað fáa vit eisini um eina viku. Vit hava kanska ein fyrimun við, at vit hava verið í støðuni áður, men tað er nýtt fyri klaksvíkingar. Men tað eru bara gitingar, sigur Eli Henzte, venjari hjá B71.