Lítið dioxin í føroyskum seyði

Tað er lítið av tí sera vandamikla eiturevinum, dioxini, í føroyskum seyði.

Tað vísa kanningarnar hjá umhvørvisstovuni. Kanningarnar vísa, at dioxin í føroyskum seyði liggur undir markvirðinum.

Markvirðið er 3,0.

Umhvørvisstovan sigur, at tá ið føroysku brennistøðirnar fingu nýggjar umhvørvisgóðkenningar í 2006, var ein treyt, at dioxin ikki verður leitt út í umhvørvið.

Roykurin frá brennistøðunum verður reinsaður, eisini fyri dioxin og øskan verður flutt av landinum til Noregs, har hon verður tyrvd á serligum tyrvingarplássum.

Fyri at fylgja við dálkingini frá brennistøðunum, verða roykurin frá brennistøðunum og seyður, ið gongur nærhendis, hvørt ár kannað fyri dioxin.

Eisini verður seyður, sum gongur langt frá brennistøðunum, kannaður fyri at hava nakað at samanbera við.

Myndin vísir, hvussu nógv dioxin er í lombum og óm í Leirvík og í Hoyvík og av samanberingarøkjum í árunum frá 1991 til 2009.

Kanningar av dioxini í íslendskum seyði, sum hevði gingið í Engidali í Skutulsfirði, vístu herfyri, at í summum seyði var so nógv dioxin, at tað var omanfyri markvirðið.

Økið, har seyðurin hevur gingið, er í einum væl vardum dali við lítlum luftskifti.

Mett verður, at dioxinið stavar frá einari brennistøð í økinum, sum fyri kortum er latin aftur.

Íslendskir myndugleikar siga, at eingin orsøk til at halda, at seyður aðrastaðni í Íslandi er dálkaður við dioxini og tað er hent hjá føroyingum at vita, tí vit eta nógv íslendskt seyðakjøt.