Higartil í ár er botnfiskanøgdin minkað ein góðan fjórðing.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Serliga er tað upsanøgdin, sum er munandi minni í ár í mun til í fjør.
Nakrar av orsøkunum eru óivað húsagangurin hjá Faroe Seafood, verkbannið fyrst í árinum, og tað, at fleiri av teimum trolarapørum, sum vanliga royna eftir upsa, hava roynt eftir makreli í ár.
- Avreidda nøgdin av hýsu er minkað nógv í ár og er nú bert ein viðfáningur av tí, hon var fyri nøkrum árum síðani.
- Toskurin er ikki minkaður so nógv í ár sum í fjør.
Men nøgdin av toski hevur verið støðugt lág seinastu seks árini og hevur ligið um 10-12 túsund tons um árið.
Verður samanborið við árini beint fyri aldarskiftið og nakað inn í nýggju øldina, sæst, at tá varð avreitt tvær ferðir og tríggjar ferðir so nógvur toskur sum hesi seinastu árini.
Hinvegin hava fiskaprísirnir yvirhøvur hilnast nakað betur í ár enn í fjør, tí avreiðingarvirðið er ikki minkað so nógv sum nøgdin.