Lítið at frætta um Kringvarps-málið

Tað er lítið nýtt at frætta um starvsfólkið í Kringvarpi Føroya, sum er burturvíst fyri fíggjarundandrátt. - Málið er latið løgregluni til nærri kanningar, men vit eru ikki komnir serliga langt enn. Tað er ov tíðliga at gera viðmerkingar, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á Kriminaldeildini hjá politinum, við Rás2.

Tað er tí framvegis ikki greitt, hvussu umfatandi brotið er.

Kringvarp Føroya boðaði frá í tíðindaskrivi í farna mánaða, at eitt starvsfólk á stovninum var burturvíst fyri fíggjarundandrátt.