Tað er ikki nóg mikið at leingja verandi flogvøll, sigur stjórin í Atlantsflogi -Tað fer ikki at gera flogferðsluna meiri regluliga, at flogbreytin í Vágum verður longd. Skal flogsambandið verða meiri álítandi, er neyðugt at hava tveir flogvallir í Føroyum, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Stjórin vísir á, at Atlantsflog skal hava nýggj og størri flogfør, og tí er neyðugt, at flogbreytin verður longri. Hinvegin fer leingingin ikki at hava við sær, at flogferðslan verður meira reglulig, sigur hann.
Magni Arge sigur, at skal flogsambandið liva upp til tey krøv, sum nútíðarsamfelagið setir, so er neyðugt at hugsa longri enn til at leingja eina flogbreyt. Við øðrum orðum er tað neyðugt við meiri enn einum flogvølli í Føroyum.