Her ber til at síggja tíggjar teir seinastu minuttirnar av dramatiska og spennandi dystinum millum H71 og VÍF í Atlantic Airways deildini.
H71 vann dystin 24-22 og vann sær harvið rætt til at spæla í FM finaluni móti KÍF í besti deildini hjá monnum. Tá sjónbandabrotið byrjar er støðan 22-22 og VÍF skal skorað fyri at vina seg í FM finaluna.
Tað er Bogdan Florea, sum var toppskjútti við tólv málum, ið verður útvístir ein minuttir og 40 sekund fyri tíð. Málið, sum avgerð spennandi dystin skorar Hans Kári Hansen. Hann hevur nummar ellivu á rygginum. Í evstu løtu staðfestur Rúni Højgaard, við nummar fýra á rygginum, dystin við málið 24-22 til H71.
H71 eru í svørtum og VÍF eru í gulum og bláum.
Upptøkuna eigur H71video.