Ljóðið skróvar. Myndirnar bleiktra. Fokusið er fokið. Og í rørandi rystingunum hómast minnini um nakað, sum tú í grundini ikki upplivdi.
Vit kenna tað øll. Stóra løtan er fyri framman. Ja, faktiskt beint fyri nøsini á okkum. Og so skal upplivingin goymast í allar ævir. Summi taka fartelefonina fram, onnur lítla digitala myndatólið, og so verður avmyndað, upptikið og forevigað fyri hvørt oyra - og eyga.
Vit eru á stóru konsertini ella til okkara lívsins ítróttarkapping. Robbie Williams er á pallinum. David Beckham er á vøllinum. Tað er nú, at Robbie syngur Angels. Og tað er nú, at Beckham sparkar frísparkið. Fartelefonin er sjálvandi í lummanum og kann brúkast til upptøkur. Vit syrgja fyri at fylgja við á lítla skíggjanum á fartelefonini, tá stóra hendingin skal fangast og goymast. Og hyggja vit rundan um okkum, kunnu vit staðfesta, at øll hini eisini vilja goyma eygablikkið trygt á einum minniskorti. Og so bleiktrar og blinkar í stríðum streymi. Vit smílast og fegnast, tá ið vit halda okkum hava fangað tað, sum alt snúði seg um.
Og vit fara væl nøgd heim. Men tað er líkasum, at tað er tá, at tað gongur galið. Tað skróvar, bleiktrar og rystir. Upptøkurnar kunnu í besta føri brúkast sum ársins irritiatiónsmoment, og samstundis sum tú syrgdi fyri at fáa minnini við tær heim, gloymdi tú at savna teg um løtuna og uppliva hana, soleiðis sum hon skuldi upplivast.
Evnini at verða í hesari løtu eru ein týðandi partur av sálarligari vælveru, sigur Abraham Maslow. Og tað er nakað í tí. Men vit duga bara so illa at savna okkum um eygablikkið, vit hava droymt um at uppliva, uttan at hugsa um, at vit vildu uppliva tað einaferð afturat.
Men lívið er løtan – ikki minnini um løtuna, vit ikki livdu...










