Ein ungur maður endaði í brummuni í nátt. Hann skuldi við náttarbussinum úr Havn og norðureftir. Men heim kom hann ikki.
Av tí at maðurin var ólátaður, tá ið hann kom í bussin í Havn, valdi bussførarin at steðga við politistøðina, har politistar tóku sær av manninum og løgdu hann í ein kliva at sova.