Tríggir fjórðingar av teimum týsku veljarunum ivast í, at Angela Merkel, kanslari, hevur evni til at forða fyri, at skuldarkreppan í evruøkinum endar sum ein meiri umfatandi fíggjar- og vinnulívskreppa.
Tað er í hvussu er tað, sum kemur fram í einari nýggjari meiningakanning. Har siga 55 prosent av teimum spurdu, at tey eru í iva um evnini hjá kanslaranum, og 20 prosent siga beinleiðis, at hon hevur ikki evni til at loysa trupulleikarnar og at forða fyri, at tað kann blíva enn verri.
Sjónvarpið ARD, sum hevur gjørt kanningina, hevur eisini spurt teir týsku veljararnar, hvat teir halda um franska forsetan, Nicolas Sarkozy, sum hevur verið fastur samstarvsfelagi hjá Angelu Merkel í seinastuni. Her svara 75 prosent, at tey hava ikki álit á, at franski forsetin kann gera nakað fyri at loysa kreppuna í evruøkinum.