Líta frameftir

Við sjey stigum í fýra teimum seinastu dystunum halda teir í ÍF seg avgjørt vera væl ávegis í royndini at sleppa úr botninum

Fótbóltur

At tað er vorðið nakað lættari at vera liðskipari hjá ÍF hesar seinastu vikurnar, tykist Høgni Zachariassen ikki at vera heilt ósamdur í.
Sunnudagin gjørdist talan aftur um stig, og hóast javnleikir ikki muna so nógv, so kundi Høgni staðfesta, at gongdin nú er nakað nógv meira hugalig, enn hon hevur verið.
 Úrslitini um alt landið lagaðu seg so, at vit ikki fingu nakra serliga nyttu úr javnleikinum, men tað má so vera tað. Hini úrslitini fáa vit einki gjørt við kortini, heldur hann.
 Vit mugu fyrst og fremst hugsa um okkum sjálvar, og í so máta haldi eg avgjørt, at vit eru um at koma á beint. Vit hava vunnið sjey stig í fýra teimum seinastu dystunum, og innsatsurin hjá liðnum hevur verið fínur. Bæði til venjing og í dysti kennir tú á tær, at spælararnir vilja geva alt.
 Og tað haldi eg eisini, at vit sóu í Gøtu. Tí var veruliga sum køld spann av vatni at fáa yvir seg, tá teir skora. Men vit fell ikki í fátt, og halda á at stríðast. At teir so kundu avgjørt hesa løtuna, er nakað annað, men eg haldi tað var positivt fyri okkum, at vit alla tíðina royndu at koma aftur.