Sangararnir í Kolorit hava eina litríka skrá av látínamerikanskum og norðurlendskum tónleiki.
Við Kolorit vitja 14 sangarar og kórleiðarin Niels Græsholm. Bólkurin hevur spesialiserað seg í modernaðum látínamerikanskum tónleiki við støði í dansi. Frá alsa á Kuba yvir samba í Brasiliga og tango í Argentina til meira eksotiskar formar í Venesuela og Kili.
Útsetingarnar eru spennandi og avbjóðandi og skaptar av kendum látínamerikanskum tónaskaldum og fyriskiparum. Konsertirnar hjá Kolorit eru glaðar, heitar, inniligar og tær osa – tá látínamerikanski tónleikurin verður blandaður við norðurlendskum kórvísum, sum ahva røtur í norðurlendskum fólkatónleiki og serliga norðurlendska jazzinum. Kolorit hevur við skránni hildið ótalligar konsertir og ferðast víða og hevur vunnið fleiri virðislønir, eitt nú fyrstu virðisløn hjá EBU, sum er evropiska radiouniónin.
Niels Græsholm er útbúgvin í Danmark, Svøríki og USA og starvast sum lektor í kórleiðslu við lærda háskúlan í Keypmannahavn og sum det danske Kunstråds musikskolekonsulent.
Konsertirnar verða hesar:
Kirkjan við Gøtugjógv – kristi himmalferðardag klokkan 17
Havnar Kirkja – leygardagin 19. mai klokkan 11.30
Vestmanna Kirkja – leygardagin 19. mai klokkan 17