Ólæstur bátur

Fríggjadagin fekk politiið í Havn boð um, at ein bátur, sum lá niðri á Skálatrøð hevði motorin í gongd, hurðarnar ólæstar, men ongin var umborð. Hetta vísti seg tó bert at vera ósketni frá eigaranum, sum hevði gloymt at sløkkja motorin og læsa bátin. Onki varð stolið úr bátinum og heldur onki herverk var gjørt á hann.
Annars verður sagt av politistøðini í Havn, at hetta hevur verið eitt av teimum frægu vikuskiftunum. Á politistøðini hava verið fýra yvirnáttandi gestir vegna fyllskap.
Tó harmast vakthavandi á politistøðini um øll tey fullu fólkini, sum eru í býnum um vikuskiftið.
-? Tú sært tað ongastaðni í heiminum, at ein býur kókar av fullum ungum fólki til klokkan 6 ? 7 um morgunin, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, sum tó leggur afturat, at onki herverk, ongir brotnir bilar ella líknandi hava verið hetta vikuskiftið.