Lýsir norðurlendska samfelagið í upploysn

Finski Kari Hotakainen vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2004. Nevndin legði dent á, at skaldsøgan lýsti, hvussu norðurlendska vælferðarsamfelagið var um at upploysast. Høvndin kemur við eini parodi av samtíðini og er ironiskur mótvegis siðbundnum kynsleiklutum

Kim Simonsen
??????????????


Tað varð ikki Jóanes Nielsen, ið vann virðislønina í 2004, men finski høvundin Kari Hotakainen fyri skaldsøguna »Juoksuhaudantie« (Löpgravsvägen).
Klokkan 11 fríggjadagin varð gjørt kunnugt, hvør hevði vinnið bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár. Formaðurin í nevndini segði, at hetta var fyri »sin samhällskritiska, strukturellt medvetna roman«, og at nevndin endaliga var samd um hesa finsku skaldsøguna. Hetta er sætta skaldsøgan hjá finska høvundanum, og hon hevur selt meiri enn 100.000 eintøk í Finlandi - ið er ótrúlig nógv, nærum ein rekord. Bókin er nú týdd til svenskt, og í næstum kemur bókin á øllum teim stóru norðurlensku málunum, á týskum og enskum. Hetta er ein bók, finnar elska og ein bók, ið øll kenna, og hon rakar ein lakoniskan og asketiskan tóna við sínum aforistiska máli, søgdu limirnir úr finsku nevndini á fundinum á Christiansborg.
Skaldsøgan er bæði tragisk og komisk í senn og fær meg at hugsa um eina svensk-finska skaldsøgu, kallað »Popolærmusik fra Vittula«, ið danir og fólk um øll Norðanlond hava tikið til sín. Tað er okkurt óluksáliga stuttligt við finskum humor, ið man kann síggja í fimlunum hjá Aki Kaurismäki.
Nevndin legði dent á, at skaldsøgan lýsti, hvussu norðurlenska vælferðarsamfelagið var um at upploysast. Høvndin kemur við eini parodi av samtíðini og er ironiskur mótvegis siðbundnum kynsleiklutum.
Virðislønin er á 350.000 danskar krónur og verður handað honum 2. november 2004 á Norðurlandaráðsins ársfundi í Stokholm.
Vinnarin Kari Hotakainen
Tað eru 19 ár siðandi, at ein finskur høvundi, ið skrivar á finskum fekk henda heiður. Áðrenn hetta hevur onkur finlands-svenskur høvundi fingið hesa virðisløn.
Kari Hotakainen debuteraði sum yrkjari í 1982. Eftir fýra yrkingasøvn og eina barnabók kom út fyrsta skaldsøgan, kallað »Buster Keaton«. Hann hevur síðani hetta skrivað mest prosa, men okkurt yrkingasavnið er eisini komið.
Hotakainen verður bæði mettur at vera surrealistiskur og postmodernaður. Hann er eisini ein samfelagsatfinnari, sum í vinnandi skaldsøguni skrivar bæði komiskt og tragiskt í senn. Málsliga er hann sum prosahøvundi merktur av, at hann eisini er yrkjari.
Í skaldsøguni møta við finska manninum Matti Virtanen, ið er vanligasta navnið í Finlandi, hann hevur roynt at laga seg eftir kynsleiklutunum í samfelagnum, serliga eftir kvinnunum. Matti er tí ein bleytur maður, sum endar sum ein hálvsvakur manikari og við at seta spurningar við alt, serliga sín leiklut sum maður í Finlandi í dag.
Bókin er umframt at vera ein bestsellari ein prísvinnandi finsk skaldsøga, hon hevur m.a. vunnið Finlandiavirðislønina í 2002, ið er størsta finska bókmentavirðislønin.
Í løtuni verður arbeitt við at filmatisera hesa skaldsøguna.