Lýsingar: Nógv hava helst steðgað við hesa lýsingina bæði føroyingar og ikki minst útlendingar.
Lýsingin hjá Strandferðsluni er av einum stórum bussi sum noyðist at steðga fyri einum veðri á vegnum omanfyri Sandavág.
Teksturin er eisini týðiligur og greiður á enskum máli: its sheep and easy by bus.
Millum 23 aðrar lýsingar varð hetta lýsingin, sum var kosin sum ársins besta í 2005.
Greiður boðskapur
Lýsingin varð gjørd í mai mánaði í fjør av lýsingarfyritøkuni Sansir. Hugskotið til hesa lýsingina høvdu Høgni Rasmussen, Ingi Rasmussen og Tomas Altamirano.
Hesa lýsingina dámdu lesararnir hjá Vinnuvitan so væl, at teir, saman við eini altjóða dómsnevnd mettu hesa sum ársins lýsing í fjør.
Eini av dómarunum Rannvá Hytten, ið dagliga starvast í donsku lýsingarfyritøkuni Nordpro, segði m.a. soleiðis um vinnandi lýsingina:
- Lýsingin er ansvekjandi við sera flottum samanspæli millum yvirskrift og mynd. Samspælið skapar ein boðskap, ið umvegis skemt beinavegin fangar málbólkin, ið er útlendsk ferðafólk.
- Móttakarin er ikki í iva um hvat lýsingin snýr seg um nevniliga, at tað er bíligt og lætt at ferðast við bussi í Føroyum.
Tað var Vinnuvitan sum skipaði fyri hesum tiltakinum, sum er ein roynd at vísa á tað fjølbroytnið sum finst innan hesa vinnugreinina her á landi.