Lýsingin eftir presti afturtikin

Biskupur hevur í dag tikið lýsingina eftir presti til Norðstreymoyar og Vága prestagjald aftur. Freistin at søkja kallið varð sett til 15. apríl klokkan 15,00.

Orsøkin til hetta óvanligi stigið er, at kirkjuráðslimir hava ymiska fatan av, hvør eigur at innstilla prestin. Tvístøðan hevur avgerandi týdning.

Starvssetan sum tænastumaður og sóknarprestur er eitt álvarsmál, og hevur biskupur valt at lata eina nevnd av serkønum, ið ikki hava havt við málið at gera, greina og lýsa málið enn einaferð.

Tá málið er búgvið, verða avvarðandi partar kunnaðir og søkt verður av nýggjum eftir sóknarpresti við bústaði í Vestmanna.

Tey, ið hava víst lýsingini áhuga, eru kunnað um avgerðina.