Lýsingarrøð elvir til orðaskifti

Nógv hava undrast á løgnu lýsingarnar og plakatirnar hjá Bianco Footwear í Handilskjarnanum í Havn við naknum skapningum, ið eru hálv menniskju og hálv ross. Talan er um eina skemtiliga og orðaskiftiselvandi lýsingarrøð, verður sagt frá Handilskjarnanum

Um vit menniskju høvdu fýra bein, hevði tørvurin á skóm verið tvær ferðir so stórur sum hann er í dag. Bianco Footwear hava spælt sær við tankan um eina blanding av menniskjum og djórum.

Bianco Fottwear eru kendir fyri sínar øðrvísi lýsingarherferðir. Í so máta er hendan nýggja lýsingarherferðin einki undantak. Teir hava fyrr elvt til orðaskifti um alt frá kynsbýti til plastiska skurðviðgerð og fóru seinast í hernað fyri ítróttarminnilutar við einum stuðulstiltaki fyri kropsbygning og synkronsvimjing.

Hesaferð hevur Bianco spælt sær við myndasnøgging og skapt eina »genetisk handfarna« lýsingarrøð. Lýsingarnar, ið bera heitið »Genetic Engineering«, mynda eitt vakurt framtíðarsamfelag við sagndjórinum "kentaurinum" í høvuðsleiklutinum.

Myndirnar vísa vakrar og hálvgum gudalíkar skapningar, ið eru hálv menniskju og hálv ross  við fýra beinum og harvið tørvi á einum eyka skóm ella styvlum.

Hans Waag, stjóri í Handilskjarnanum, sigur um hesa lýsingarherferðina: »Vit vilja sjálvandi fegin vísa heystúrval okkara av skóm og styvlum, men samstundis nýta vit høvið at birta upp undir kjak  av tí skemtiliga slagnum. Vit eru ein partur av mótaídnaðinum, ið ber stóra ábyrgd fyri hvussu vit skulu síggja út. Lýsingin viðger hetta evni á skemtiligan hátt, og Bianco Footwear vónar, at tað birtir upp undir kjakið  eisini millum vanlig fólk.
»Ein kann lættliga ræðast framtíðina við ílegutøknini, og tað lættasta er at lata eyguni aftur fyri teimum etisku trupulleikunum, ið stinga seg upp. Hetta evnið er rúgvusmikið og ilt at skilja, men kjakið er sera týdningarmikið. Tøknin gevur møguleikar, men vit skulu avgera hvussu vit vilja nýta hesar møguleikar  og serliga hvussu vit ikki vilja nýta teir«, sigur Hans Waag at enda.

Myndatekstur:

Oddny Clementsen, leiðari í Bianco Footwear í Handilskjarnanum, og Óluva D. Persson, starvsfólk í handlinum

Mynd: Magnus Gunnarsson