Lýsingar ímóti hvalaveiði tiknar niður

Leiðslan á Keflavík-flogvøllinum í Íslandi hevur gjørt av at beina burtur lýsingar, sum djóraverdnarfelagsskapurin International Fund for Animal Welfare hevði hongt upp, og sum mótmæltu hvalaveiði.

Avgerðin hevur fingið øði í felagsskapin, sum leggur leiðsluna á flogvøllinum undir sensur. Harafturat krevur felagsskapurin endurgjald, tí felagsskapurin fekk upprunaliga loyvi til at hava lýsingarnar hangandi í fýra mánaðir og rindaði fyri tað.

Hlynur Sigurðsson, sum er stjóri á flogvøllinum í Keflavík, sigur við blaðið Vísir, at hann gav felagsskapinum boð um at broyta tekstin ella at taka lýsingarnar niður, men at hann fekk einki svar.

Lýsingarnar hjá IFAW eru partur av einum átaki, har felagsskapurin mælir ferðafólki, sum ferðast um flogvøllin í Keflavík, frá at eta hvalatvøst.