Hóast tað til tíðir tykist sum, at eingin mørk eru fyri hvat marknaðarførings serfrøðingarnar kunnu loyva sær, tá ið umræður lýsingar, so er hendan lýsingin frá undirklædnamerkinum JBS tó farin um markið hjá fleiri feministum í Danmark.
Í kvøld staðfestir eitt nú Kvinnuráðið í Keypmannahavn Kvinderådet at lýsingin fer út um teirra mørk, og er beinleiðis niðurgerandi fyri kvinnur.
Forkvinnan í ráðnum sigur við DR í kvøld, at hon at byrja við ikki skilti, at lýsingin var gjørd um mannfólka undirklæði.
Lýsingin sær sambært Kvinnuráðnum mest av øllum út sum ein lýsing fyri undirklæðir til kvinnur.
Kvinnuráðið sigur seg ikki skilja, at fyritøkan heldur tað verða rætt og neyðugt at nýta hálvnaknar kvinnur í teirra roynd at selja mannfólka undirklæði.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at JBS verður ákært fyri at niðurgera kvinnur. Í 2007 kom eisini ein reklama frá fyritøkuni á marknaðin, sum skapti øsing í samfelagnum.
Tú kanst síggja lýsingina her: www.youtube.com/watch










