Roknskapartølini vísa eisini, at ein alsamt størri partur av inntøkunum fara til rakstur og lánsgjøld. Í 2005 vóru rakstrarútreiðslurnar 76 mió. kr. ella 65% av inntøkunum, og um virksemið í 2009 skal verða á sama støði sum í 2008, so fara 85% av inntøkunum til rakstur. Orsøkin til øktu rakstrarútreiðslurnar er, at kommunan hevur hækkað tænastustøðið á nærum øllum økjum og komin við nýggjum tilboðum til borgararnar, samstundis sum stuðulsupphæddirnar til feløg og tiltøk v.m. eru hækkaðar munandi. Lánsgjøldini eru eisini hækkað, og í 2006 fóru 2% av inntøkunum til rentur og avdráttir, og í 2009 er upphæddin 18 mió. kr. ella 3 skattaprosent.
Tølini vísa eisini, at í 2006 og 2007 brúkti kommunan samanlagt 60 mió. kr. meira enn hon fekk inn, og í 2008 er hallið mett til 15,7 mió. kr. (uttan avdráttir). Okkurt bendir á, at meirnýtsla verður í rakstri og íløgum, og at hallið í 2008 verður nakrar mió. kr. størri enn budgetterað.
Kommunan tók fleiri lán í 1980´unum og við hesum hækkaði skuldin til hon kom í hæddina við sínum 222 mió. kr. í 1993, men árini 1994-2004 legði kommunan pening til síðis og rindaði lánini niður, og tá sitandi býráð tók við 1. januar 2005, var bruttoskuldin 73 mió. kr. og nettoskuldin 58 mió. kr. Undirskotini seinastu árini hava ført við sær, at skuldin hjá kommununi er hækkað og verður við árslok 2008 132 mió. kr., og harumframt eru rokningar fyri 15 mió. kr., sum liggja ógoldnar vegna vantandi gjaldføri. Í hesum sambandi kann upplýsast, at um kreditorarnir ikki vístu vælvild í samband við útbyggingina av Ósáskúlanum, er líkt til, at arbeiðið hevði verið steðgað fyri mánaðum síðani. Kommunan hevur sostatt bráfangis tørv á einum láni upp á 15 mió. kr. til rindan av falnari skuld í samband við vørur og tænastur (íroknað skuld í samband við Ósáskúlan), og harumframt er umráðandi at fáa í minsta lagi 5 mió. kr. sum arbeiðskapital. Um kommunan ikki fær peningin, er vandi fyri, at virksemið hjá kommununi steðgar upp heilt skjótt. Kommunan hevur sent umsóknir um fígging til peningastovnarnar, og Føroya Banki og Eik Banki hava svarað, at teir í løtuni ikki eru sinnaðir at veita kommununi meira lán og vísa til verandi avtalu um afturgjalding av skuld, meðan Norðoya Sparikassi ikki hevur givið endaligt svar enn.
Fíggjarætlanir og eykajáttanir
Seinastu árini hevur býráðið samtykt nógvar eykajáttanir, og síðani 1999 hevur meirnýtslan til rakstur og íløgur v.m. í mun til fíggjarætlanirnar verið 120 mió. kr., og sama tíðarskeið hevur meirinntøkan verið 84 mió. kr. Flestu av meirnýtslunum eru einmælt samtyktar av býráðnum
Fíggjarætlanin 2005, sum var fyrsta árið hjá sitandi býráði, gav 14 mió. kr. í halli, men roknskapurin vísti javnvág. Árini 2006 og 2007 varð budgetterað við hallum á ávikavist 20,3 og 17,9 mió. kr., meðan roknskapirnir vístu 28,6 mió. kr. og 30,6 mió. kr. í halli. Meirnýtslurnar hava samband við eykajáttanir, ið eru góðkendar í býráðnum í 2 umførum og síðani sendar landsstýrinum til kunningar, og eru hesar so at siga einmælt samtykar.
Undir viðgerðini av fíggjarætlanini 2008 samtykti býráðið at seta skattainntøkurnar til 140 mió. kr. og inntøkurnar hjá Klasvíkar Havn 10 mió. kr., hóast ivi varð sáddur um grundarlag var fyri hesum. Sum gongdin hevur verið higartil í ár, so verða skattainntøkurnar 134 mió. kr. og inntøkan hjá Klaksvíkar Havn 5 mió. kr., og hetta, saman við minni sølu í grótbrotinum upp á 4 mió. kr., leasingútreiðslur ca. 2,3 mió. kr. í samband við Norðhavnina, og at grundstykkjasølan ikki gongur eins væl og ætlað, er viðvirkandi til, at so trupult er at leggja fíggjarætlan fyri 2009.
Fíggjarætlan 2009
Her skal í stuttum greiðast frá høvuðspostunum í fíggjarætlanini
Skattainntøkur
Hóast skattaprosentið hevur verið óbroytt seinastu árini, so eru skattainntøkurnar hjá kommununi støðugt hækkaðar, og hongur hetta saman við, at skattskylduga inntøkan hjá borgarunum er hækkað, men nógv bendir á, at nú er vøksturin steðgaður, tí inntøkumetingin frá Taks gevur 125 mió. kr. í skattainntøku samanborið við 134 mió. kr. í ár. Orsøkirnar til munin eru broytingarnar í skattalógini viðv. FAS inntøkum, minni partafelagsskattur og hækkandi útreiðslur til rentustuðul (rentustuðulin verður mótroknaður skattainntøkuni).
Í 2006 varð barnaverndarøkið lagt út á kommunurnar, og kostaði hetta kommununi ca. 1 skattaprosent, og fyri at hetta ikki skuldi økja um skattabyrðuna hjá borgarunum, samtykti løgtingið at lækka landsskattin, so at kommunurnar kundu hækka skattin til fígging av nýggju uppgávuni, men tá valdi býráðið ikki at broyta skattaprosentið, men lata hetta koma borgarunum í kommununi tilgóðar.
Nevnast kann eisini, at í hesi býráðssetuni er botnfrádrátturin hækkaður á hvørjum ári og er nú kr. 30.000 samanborið við kr. 22.000 í 2004. Fyri hvørjar kr. 1.000 botnfrádrátturin hækkar, missir kommunan ca. 850.000 í skattainntøku. Um botnfrádrátturin hevði verið óbroyttur í mun til 2004, so hevði skattainntøkan í 2009 verið 6,8 mió. kr. størri, og svarar hetta til meira enn eitt skattaprosent. Á býráðsfundinum 4. november samtykti býráðið at hækka skattaprosentið við einum til 21,75%, og gevur hetta 131,3 mió. kr.
Rakstur
Um kommunan skal rekast á sama støði í 2009 eins og í 2008, so kostar raksturin 106 mió. kr., og við inntøkumetingini frá TAKS upp á 125 mió. kr., eru einans 19 mió. kr. til lánsgjøld og íløgur.
Lánsgjøld
Lániavtalurnar siga, at renturnar komandi ár verða 8,2 mió. kr. og avdráttirnir 10 mió. kr., og lániveitarnir hava sagt, at teir ganga út frá, at avtalurnar um afturgjalding verða hildnar.
Íløgur
Á íløgusíðuni hevur kommunan nakrar sáttmálar, sum ganga inn í 2009, og her er tað serliga útbyggingin av Ósáskúlanum, sum ger seg galdandi. Verkætlanin er mett at kosta 55 mió. kr., harav eru higartil ca. 12 mió. kr. brúktar og ætlanin er at brúka 20 mió. kr. í 2009 og restina ca. 23 mió. kr. í 2010. Harumframt er tørvur á pengum til verkætlanirnar, sum kommunan hevur steðgað vegna vantandi gjaldføri t.d. útstykkingarnar millum Hjalla og á Norðoyri, ringvegurin oman Eið, vegastrekkið oman Reyðhús og Norðhavnin.
Við hesum sum grundarlag vísir fíggjarætlanin 19,2 mió. kr. í halli, og hetta er ikki haldbart, sum fíggjarstøðan er í løtuni, og tí er semja um, at fíggjarætlanin skal hava nakrar mió. kr. í avlopi. Í uppskotinum, sum varð viðgjørt í býráðnum 4. november, varð skattaprosentið hækkað við einum stigi til 21,75%, raksturin skorin við 16 mió. kr. til 90 mió. kr., og íløgurnar settar til 23,1 mió. kr. Hækkingin í skattaprosentinum gevur kommununi 6,3 mió. kr. í meirinntøku.
Av tí at gjaldførið er vánaligt, og fíggjarætlanin fyri 2009 einki likviditetsavlop hevur, er sera umráðandi, at kommunan fær bøtt um gjaldførið við lántøku, annars verður trupult at reka kommununa komandi ár. Eisini hevur verið tosað um at toyggja byggingina á Ósáskúlanum yvir longri áramál fyri at lætta um likviditetin, men hetta hevur ikki vunnið frama. Umsitingin metir avlopið í fyriliggjandi uppskoti at verða ov lítið í mun til verandi gjaldføri og skyldur. Um inntøkurnar ikki hækka, so verður mælt til at skerja raksturin enn meira ella útseta onkra íløgu.
Skuld
Sambært nýggju roknskaparvegleiðingini fyri kommunur, sum kemur í gildi 1. januar 2009, skulu íløgur, ið liggja uttan fyri roknskapin, roknast upp í kommunuskuldina.
Kommunan gjørdi í 2007 leasingavtalu við Sp/f 27. juni 2007 um Norðhavnina, har kommunan skal rinda 2,3 mió. kr. árliga í leigu næstu 20 árini, og við nýggju kunngerðini merkir hetta, at hallið í 2008, sum er mett at verða 15,7 mió. kr., hækkar við 20 mió. kr. til 35,7 mió. kr. Harumframt koma avdráttir fyri 7,5 mió. kr. og aðrar meirútreiðslur í rakstri og íløgum. Upplýsast skal, at leasingavtalan við Sp/f 27. juni 2007 er góðkend av landsstýrinum.
Tá lánsgjøldini fyri 4. ársfjórðing eru goldin verða lánini við árslok 132 mió. kr. og saman við aktuella likviditetstørvinum upp á 20 mió. kr., verður skuldin ca. 150 mió. kr. Við nýggju roknskaparkunngerðini skal skuldin í hjá Sp/f 27. juni 2007 viðvíkjandi Norðhavnini roknast upp í kommunuskuldina, og við hesum verður skuldin omanfyri 170 mió. kr. við árslok.
Kommunan hevur eisini onnur virksemi t. d. barnaansing, har raksturin er í kommunuroknskapinum og skuldin uttanfyri, og um hesar skyldur verða tiknar við, hækkar kommunuskuldin tilsvarandi.
Kommunala eftirlitið
Kommunan hevur kunnað fíggjarmálaráðið um verandi likviditetsstøðu, og tá skuldin er omanfyri eina álíkning, er neyðugt við loyvi frá FMR til lántøku, og 22. oktober kom tilsøgn frá FMF um, at kommunan kann taka gjaldsførislán. Hetta er tó treytað av, at kommunan rindar 10 mió. kr. í avdráttum um árið, til skuldin, íroknað leasingavtaluna um Norðhavnina, er undir einari álíkning. Umsóknir eru sendar peningastovnunum við áheitan um fígging, og Føroya Banki og Eik Banki hava svarað, at teir í løtuni ikki eru áhugaðar at veita kommununi lán, og Norðoya Sparikassi hevur ikki givið endaligt svar enn.
Út frá verandi fíggjarstøðu, skuld í mun til álíkning, sáttmálabundnu arbeiði og útmeldingum frá peningastovnunum, er tað av týdningi, at býráðið kemur við eini fíggjarætlan við avlopi tvs. at samsvar er millum inntøkur og útreiðslur íroknað lánsgjøld. Annars er vandi fyri, at fíggjarstovnarnir ikki veita lán, og FMR fer at áseta skattaprosentið fyri okkum eins og gjørt varð í 1995, tá landsstýrið av sínum eintingum setti skattaprosentið til 23%.
Langtíðarætlanir og framtíðin
Seinastu 10 árini hevur kommunan gjørt íløgur fyri 390 mió. kr., og av hesum eru ca. 220 mió. kr. brúktar í hesi býráðssetuni. Íløgur eru gjørdar innan so at siga øll málsøki, og hetta sæst eisini aftur í býnum. Býráðslimir hava ofta tosað um raðfestingar, men hetta er lættari sagt en gjørt, og í 2008 eru meira enn 20 ymiskar avsetingar til íløgur, og nakrar av hesum eru størri verkætlanir, sum kosta fleiri milliónir krónur og ganga yvir meira enn eitt fíggjarár. Tá virksemið er so stórt, og inntøkurnar byrja at svíkja – skattainntøkur og søla av grundstykkjum - og skuldarloftið er nátt, er skjótt til at renna seg fastan fíggjarliga. Tí er umráðandi at gera langtíðarætlanir fyri á tann hátt at verða betur fyrireikaður at møta framtíðini og røkka settu málum.
Tað verður ein stór avbjóðing at halda seg innanfyri avsetingina upp á 90 mió. kr., nú skerjingar eru gjørdar í rakstrinum fyri 16 mió. kr., og tí er neyðugt við neyvari fíggjarstýring. Um inntøkumetingarnar og avsetingarnar halda, er møguleiki at fáa eina kommunu, sum fer at hava ca. 20 mió. kr. til íløgur, eftir at útreiðslurnar eru goldnar, íroknað rentur og avdráttir. Hetta merkir, at 15% av skattainntøkunum fara til íløgur, og tað verður vanliga hildið at verða eitt gott lutfall.
05-11-2008
HM