Lýsið tykkum sjálvstøðug sigur Björk

Declare independence, sang heimskenda íslendska poppstjørnan, tá ið hon annað páskakvøld helt sína fyrstu konsert við nýggja bólki sínum fyri eini 6000 fólkum í Laugardalshøllini í Reykjavík. Sosialurin hevði ummælara á staðnum.

Ummæli























Á konsertini, sum vardi í slakar tveir tímar, vísti Björk hví hon er heimsstjørna. Hon hevur tað, sum í stóran mun vantar í føroyskum popp- og rokktónleiki. Tað frumskapur í tónlist hennara, í sanglagi og pallframframførslu hennara, ein kraft, sum bert kann verða til har tilvitið er loyst frá bandi og øll tey smálig atlit sett til viks, sum vilja halda føroyska poppmentan á bási, eitt nú atlitið til vanabundnan smakk ella reint og beint smakkloysi.







Björk, sum teir næstu 18 mánaðirnar verður á konsertferð um heimin við nýggja bólki sínum, hevði bæði eldri og nýskrivað tilfar á skránni í Laugardagshøllini. Nýggja tilfarið er øðrvísi, um enn ikki beinanvegin ó-björskt. Her merkist eitt ávíst áhersluskifti. Björk er vorðin meira atkomulig, kanska minni nýbrots-heit bæði í tónleikagerðini og framførsluni (minni tilgjørd hevði onkur kanska sagt). Hon sýnist at vilja venda sær til ein breiðara áhoyraraskara.







Eitt av teimum frumskrivaðu løgunum og lagið, sum hon endaði konsertina við, var: Declare Independence. Hetta er eitt lag við einun greiðum og einføldum politiskum boðskapi í tekstinum, ið minnir ikki sørt á: Give Peace a Chance hjá Lennon, og er eisini tónlistarliga í ætt við tað lagið. Declare Independence er ognað føroyingum og grønlendingum og teksturin er ein áheitan á fólkið í hesum seinastu hjálondunum í Evropa um at taka dik í seg og bróta hjálandabondini (ella trillutráðin?) av sær.







Don´t let them do this to you, sang Björk og meinar helst við tað mentunarliga og politiska deyðadumsið, sum ný-skipanar-hjá-landa-danskur hugburður (undir ríkisfelagsskapsmerkjum, hvat tá) leggur yvir Føroyar og Grønland.







Hvat sjálvræði í víðastu merking hevur at siga fyri mentunarligt framtak og vøkstur er Bjørk sjálv og tónlist hennara tey seinastu tjúgu árini eitt gott dømi um. Hennara listarligu avrik verða ikki mett í mun til tað sum poppumheimurin ger, tvørtur ímóti umheimurin metir seg upp ímóti henni.