Lýsi og sclerosa

Hóraldur Joensen
-------
Lutfalsligar nýggjar kann­ing­ar vísa greitt, at lýsi, D-vitaminir, meditatión, regl­u­lig venjing og hvíld sam­an við heilsugóðari føði hava gagnligt árin á fólk við multiplari sclerosu.

Heilsugott livralýsi
Lýsi inniheldur fleiri ymisk­ar fitisýrur, millum aðrar tær longu ómettaðu omega-3 fitisýrurnar EPA og DHA. EPA og DHA eru styttingar fyri ávikavist eicosapentaensýra og docosahexaensýra. EPA hevur 20 carbon og fimm dupultbindingar og DHA hevur 22 carbon og seks dupultbindingar. Í livralýsi eru eisini A og D-vitminir. Livralýsi er gott fyri kropp og sál.

Multipul sclerosa tærir myelinlagið
Sjúkan Multipul Sclerosa, MS, er ein neurodegenera­tive autoimmun sjúka, tvs. eitt slag av nervabruna­s­júku, sum við tíðini førir við sær, at myelinlagið, sum er eitt streymbjálvingarlag uttan á nervakyknum í mønu og heila, verður skatt. Enn er ikki greitt um upprunin til sjúkuna er at finna í íleg­um, smittu ella kombinatión av hesum báðum orsøkunum. Sjúkan rakar konufólk tvær ferðir oftari enn mannfólk. Tess longur burturi frá mið­kringinum (ekvator), ljósi og varma tess fleiri MS-sjúklingar. Skaðin ger, at før­leikin hjá pørtum av nerva­skipanini at samskifta rætt ferst, og fleiri kroppslig og sálarlig sjúkutekin gerast sjónlig. Nevnda myelinlag er í ávísan mun gjørt av fiti­sýrum. DHA og EPA verða í mannakroppi­num um­gjørd til fleiri ymisk­ar bólk­­ar av lívevna­frøðilig­um virk­num evnum. Summi av hes­um evnum - eitt nú resolvinir, neuroprotektin­ir, lipoxinir og maresinir - eru brunamótvirkandi, og kunnu harvið lutvíst forða fyri niðurbróting av streym­bjálv­ingarlagnum.

Australsk multi­pul-sclerosu-kanning
Í nýggjari australskari kann­ing (Hadgkiss et al. 2013) kom fram, at fólk við multiplari sclerosu (MS) versnaðu ikki, og í fleiri førum gjørdust likam­liga og sálarliga fræg­ari fyri við at leggja matvan­ar og dagliga lívið nakað um. Nýggja dagsskráin legði dent á heilsubøtandi mat, venj­ing, hvíld og avstreingjan. Mat­urin varð broyttur til ymsar fiskarættir, grov­an heil­kornskost og plantu­grund­­aða føði. Sum ískoyti fingu luttakararnir 20 g av lýsi og 125 mikrogram av D3-vitaminum dagliga. Har­afturat kom meditatión í 30 minuttir dagliga, venjing í 30 minuttir fimm ferðir um vikuna og sól 15 minuttir dagliga 3-5 ferðir um vikuna. Eingi hjáárin komu fram í samband við hesa nýttu roynd­arheilsuskránna, og aust­ralska sjúkrahúsverk­ið fær møguleika at spara fitt av fæ til medicin og stovns­pláss.

Heilsubatar
Fleiri heilsutættir vórðu kann­aðir. Hesir vóru kropslig heilsa, kropsligar førleika-av­markingar, kensluligar før­­leika-avmarkingar, pína, kenslu­­lig vælvera, orka/møði, heilsu-sjálvsuppfat­an­ir, socialt virksemi, inn­læru-­til­gongd­ir, kyns­ligt virk­semi, kynsligt nøgd­semi, heild­arlívsdygd, broyting í heilsustøðu, kropslig heild­arheilsa og mental heildar­heilsa. Á flestu av nevndu heilsu­­økjum vórðu batar stað­festir. Fá stóðu í stað. Eing­in afturgongd varð skrá­sett. Mátaði batin var í flestu førum hagfrøðiliga týðandi bæði eitt og fimm ár eftir lívsstílsbroytingina.

Milliarda-virði í Dkr blak­að í havið kring Føroy­ar
Vórðu føroysku botn­fiska­stovnarnir troyttir við skili, so sum Havstovan hevur mælt til í fleiri áratíggju, so kundu vit fingið 7000 - 8000 tons av livur til lands og framleitt umleið 4000 tons av livralýsi. Eitt rímuligt sølu­virði av hesi lýsinøgd og hósk­andi tilsetingarevn­um í fløskum er 4 - 8 hundrað milli­ónir Dkr og í kapslum 1 – 4 milliardir Dkr. Blakaðu vit í Føroyum ikki livr­ina havs, men lóggóvu hana til lands, so kundu vit vunn­ið gylt av peningi og haraftur­at verið við til at gjørt tilver­una betri hjá multipul-sclerosu-sjúklingum.

Tilvísing:
Hadgkiss EJ et al. 2013. Health-related quality of life outcomes at 1 and 5 years after a resid­en­tial re­treat pro­mot­ing lifestyle modi­fication for people with multiple sclerosis. Neurol Sci (2013)